Langt um leingi gjørdi eg ein túr til Dals, ein stuttan hesa ferð. Ørindini vóru at taka jólini niður, nú er føstan byrjað, so nú munna jólini vera úti.
Tað var oysandi regn í gjárkvøldið, men í dag var heilt várligt, lýtt og ljóst.
Vitjaði á Bakka, Turið var farin til Havnar, men fekk heilsað upp á Vitus.
Hitti eisini Sannulenu, sum stakk inn á gólvið í Putlhúsi. Annars var fátt fólk á ferð.
Vitjaði á verkstaðnum hjá Bødvar. Har eru ikki færri enn tveir lærlingar í løtuni. Tey arbeiddu við eini ovurstórari sag.
Stjórin sat sum vera man á skrivstovuni, eitt hugnaligt prát mitt í arbeiðstíðini. Bødvar er so vitandi og víðskygdur maður og dugir væl at práta við fólk.
Bødvard greiddi frá øðrum spennandi kreativum verkevnum, sum hann er í holt við
Tað runda sum tú sært er ein partur av einum rundum hjalli, taå ER originalt. |
Men jólaperurnar í stovuvindeyganum eru nú í hvussu er pakkaðar niður til næstu jól.
No comments:
Post a Comment