Í morgun var deiligt at koma út í Dali, gott veður og bliðskortað fólk á ferð. Tórur og Birgitta eru heima ein túr.
Petur, Sjúrður, Tórur, Astrid, Birgitta og Floy |
Ruddingardagur plagar at vera hvørt ár, og tá fer maður av húsi. Men tað er ikki so nógv rusk longur. Fyri 20 árum síðani fyltu vit í nógvar sekkir av plastruski, men nú er ein onnur tíð og annað medvit millum fólk og skip. Fyrst fingu vit morgundrekka í Bláa húsi. Tórhild stóð fyri morgunmatinum.
Runufólkini vóru her suðuri. |
Øll hjálpa til
Tað besta av øllum er bonkurin, træið. Nú kunna vit gomlu bukka beinini og njóta sólina udir vegginum.
Og eftir lokið verk var tað grill fyri rest.
No comments:
Post a Comment