HJARTALIGA TILLUKKU !
Hevði glett meg leingi til hesa veitslu. Tað mátti blíva gott, tá i ð tey á Gerðinum fóru at halda ball. Tiltikin vertskapsfólk. Og veitslan var so góð, hon byrjaði seinnapartin. Fantastiskur matur, góðar talur og sangur.
Lag: Frættu tit hvat Rasmus segði....
1.Veitslurómur er í Dali
Tiltikin sum vertskapsbygd
Hittast vit í Eirikssali,
Heiðra tey í felags frygd.
Stórur dagur var í gjár
Samansjóðað fimmti ár
3. Hittust tey í Klaksvíks skúla
Og í dansiringinum.
Oddvør søkti starv í Múla,
Hann í lærdómstinginum.
Har ið annað var, var hitt
Sera paralig og fitt.
4. Sjeytitrý var lukkuárið,
Dalur fekk økt fólkatal,
Virksemi í lívsins vári,
Børn og fjós og bygda(ráðs)val,
Har ið annað var, var hitt,
Felags um alt, gott og skitt
5. Skilafólk, sum álit vekja,
Tørvar altíð bygdunum,
Heppin Dalur og øll oyggin
(At) hava tey við dygdunum.
Har ið hitt er, annað er,
Mentafólk í okkar’ verð.
6. Kirkja, skúli, Eriksgarður,
Stígum fast er tykkar “ting”
Ung í arbeiði, barnadansur,
Nevndir, ráð og “Sláið ring”.
Harmonikan til dystin fús,
Sangur rungar um øll hús.
7. Vakrast er tó gylta parið,
Tá tey treða fornan dans,
Øll á Gerðinum – ein skari
Virða mentan Føroya lands.
Lærdu næsta ættarlið,
Tekkja somu mál og mið.
Dansurin var eitt upplivilsi. Sum at vera til spennandi sjónleik, tá ið Ormurin legði seg í vegin fram og tað brakar í bogum og bondum.
No comments:
Post a Comment