Vit hildu jól á Sandi, og jóladag fóru vit til Dals á jólatræ. Vit vóru níggju. Altíð deiligt at koma í Eiriksgarð. Har var sera nógv fólk samankomið. Dreymurin er, at okkara eftirkomarar skula føla seg heima í Eiriksgarði. Tað er sjálvandi ein avbjóðing, tá ið ein ikki er so ofta í Dali.
![]() |
| Emil, Herbet, Nichlas, Marius,Turið, Kristina, Lisa, Magna |
![]() |
![]() |
| Jólamaðurin er ringur av gikt, so Johild leiddi hann inn. |
![]() |
| Gævi tú verður høgdur ella brendur, søgdu teir gomlu |
Báturin trónar ovast á tí væl laðaða bálinum, kirkjan høgrumegin var saman við bátinum fólksins uppihald. Hugnaligt at fáa gestir í Putlhúsi.
![]() |
| nýtt í ár: tvær damur vóru við í bálfylginum |
![]() |
Tann serligi siðurin í Dali við nýskrivaðum tátti varð eisini hildin ár.
Sera nógvar frálíkar myndir eru á "Dalbingafamiljan" á FB.
Nýggjárssangur
2025
Lag: Til Havnar
vit fara
1.
Í kvøld blaktra
ljósini Dalinum í trialduri, trialdurrá
Tað skyggir og
lýsir so hátt móti ský
Eitt árið er
farið, tað royndist okey,
Til gamans og
álvara, gæs og til seyð.
2.
Í bønum teir
sáddu hvít kunsttøð so nógv,
Annfinn og
Sjúrður teir dugdi sær hógv,
Men grovasti sáarin var gamli John,
Bøurin hvítur sum
ein kavafonn.
3.
Og veðrarnir
stórir, teir eru sum ross,
At føða teir
hevur Ludvík mangt knoss,
Tveir
kraftfóðursekkir hvønn einasta dag,
So feitir og
fegnir skjótt eta teir tað.
4.
Og veðrakrovini
tey vóru stór,
Níggju pund langt
yvir hundrað ein fór,
Men síðurnar vóru
tað berasta feitt,
So John hevur alt
í konteynaran tveitt.
5.
Í Dali varð tosað
um hátíðardag,
So bringubrattir
teir gingu á rað,
Men ongar
medaljur, ei dunnur, ei kór,
So nakkalangt alt
í vaskið fór.
6.
Og tunnilin hann
skuldi opnast í ár,
Men teir klóku
siga, tað verður í vár,
Í berginum spola
vit enn eina tíð,
Meðan asfalt og
ljós kemur tunnilin í.
7.
Barrin hjá Johild
opin nú er,
Har bryggjar hon
sukur, rabarbur og ger,
Tann Gylti Hanin navnið hon ber,
Har mangur dropi
í vælindið fer.
8.
Gásin hjá Sjúrða
hon er nú vekk,
Seinast vit
frættu í Skagen hon gekk,
Á jólum tey vóru
í dýrastu neyð,
Tey fingu sær egg
og sild upp á breyð.
9.
Altanin hjá
Steintór hon er so flott.
Hon hóskar seg
best til Rosenborg slott.
Hon er á leið við
Tjarnir í stødd,
Við hundraðtals
perum er hon beklødd.
10
Í Ottogili gekk
Edvardsa ær,
Í pottin hjá
honum hon ei ætlar sær.
Hon rættina breyt
og sprakk sum eitt svakt,
Teir fangaðu hana
í froskmannadrakt.
11
Brundarnir ganga
nú høgunum í
Men seyðamenninir
ei halda frí.
So skjótt sum ein
brundur fer av eini ær,
Hann verður
fluttur og viagra hann fær.
12
Hjá Bødvardi
verkstaðið er nú hotell,
Kistur og trappur
er ei longur vell.
Har verður nú
borðreitt við fagrasta vín,
Og Helga serverar
í kjóla so fín.
13
Vit ynskja nú
øllum eitt nýggjárið gott
Í Dalinum fagra
fella vit ikki í fátt.
Tí í Dali er best
eingin ivi um tað,
Á klótuni finst
einki vakrari stað.
Gott nýggjár







