Friday, April 24, 2026

Gnippa 90

Føðingardagbarnið saman við systur og systkinabørnum
Fríðgerð, Herborg, Lona og Gnippa




Hans Marius hevði so nógv systkinabørn, og nógv teirra vóru eldri enn hann. Hann var yngstur av sínum systkjum og pápi hansara var yngstur av sínum 9 systkjum, so tað var nokso stóru aldursmunur. Eg havi kent Gnippu, síðani eg kom til Dals fyri 50 árum síðani, tá vóru vit í góðum aldri báðar 😀 Gnippa og systrarnar og Poli hildu til í Rennuni. Har var altíð so pent og nossligt bæði inni og úti, fyrimyndarligt húsarhald. 


á húsavegginum navnabretti, sum Poli hevur skorið




Góðan drekkamunn í Rennuni

Gnippa helt føðingardag í Starvsmannafelagshúsinum fyri umleið 90 gestum. Vinir og kenningar, og eg var heppin at vera boðin við til nátturða og kakuborð. Sámal Petur í Grund, systursonur Gnippu var borðstjóri, og hann dugdi nógvar stuttligar søgur. Eg seti tvær teirra her, meðan eg minnist tær:

                Lærarin hevði sítt stríð av at læra Pól at stava. Men so einaferð helt hann, at nú mundi fara at                 bata, so hann bað Pól stava orðið troyggja. Jú, Pól stavaði t-r-oy-g-g-j-a-ð. Nei nei, segði                    lærarin einki ð. Men, men segði Pól, lærarin segði, at tað sum var bundið hevði ð.


 Sámal Petur segði eisini fleiri søgur úr sínum egna barndómi úr Dali.

Eitt annað hann fortaldi var, at Gnippa hevur spælt sjónleik í Gøtu. Tey spældu "Magnus" , og Gnippa var tann lokkandi havfrúgvin. Og hon var so vøkur og eggjandi, at allir dreingir í báðum Gøtunum og bygdum har á leið blivu forelskaðir og fóru aftur og aftur til leikin.

Prestur hevði roynt at lært Pól katekismus, men lítið bar til. So fann hann upp á ráð og fór í fjósið við dronginum Har stóðu tríggjar kýr. Nú siga vit, segði prestur, at henda fyrsta eitur Abraham, handan næsta eitur Ísak og handan Jákup. Ja, tað var Pól við uppá. Nú skal konfirmatiónin vera, og prestur heldur, at nú man fara at bera til. Sig mær Pól! sigur prestur, hvussu nógvir patriarkar vóru? Pól ivast ikki: fýra! Nú so sigur prestur, hví sigur tú tað? Tí, sigur Pól, Abraham kálvaði í nátt!

Jógvan Dalsfles stýrdi sanginum, og ein gáva til Gnippu var "Ólavur og Niels", sum sungu tríggjar sangir. Og hon fekk ein heimagjørdan frá systur- og bróðurbørnum.


Stuttligt at hoyra talurnar til Gnippu, og áhugavert at hoyra um teirra tíð í Danmark, sum bæði Niels Pauli og Eyðleyg mintust aftur á. Seinni var ein bindiklubbakona, Maiken, sum greiddi frá bindiklubbi á Suðurrás. Allir talarar vóru samdir um, at Gnippa er eitt stás, altíð við tí góða orðinum. Øll løgdu eisini dent á - og tað vita vit øll - hvussu vøkur og stílfull Gnippa er. Dugir so væl at klæða seg, og hárið altíð perfekt.
Annfinn fortaldi, at ´Toppasystrarnar vóru so framúr raskar og sterkar, serstakliga í hoyna, onkur av teimum bar hoyggj eini. Tá læt í Gnippu, ja tað var Arna.
Annfinn segði eisini okkurt um tað sjáldsama navnið Gnippa. Hon er einnevnd í Føroyum og kanska í allari verðini. Nevnd eftir einum konubroti í "Jøkil Búason".

Toppasystrarnar, nú eru tað Gnippa og Lona, eru raskar at vitja og møta upp, tá ið okkurt er í Dali. Og dreingirnir hjá Gnippu og Pola eru við í øllum arbeiði har suðuri.
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld, Gnippa, Brandur og Páll L.


Friday, April 17, 2026

Heimakonsert á Hólmafløtti

 Kristina á Hólmafløtti er ein orkubumba. Kreativ og fevnandi.  Hon fær so mangt í lag. Nú hevur hon roynt at stillað upp til Løgtingið, og næstu ferð kemur hon inn. Heima hjá henni og Steintór á Hólmafløtti hava verið fleiri konsertir, tí at tey hava verið vertir í ØKISTÓNUM fleiri ferð. Stovan hjá teimum við tí eysturvenda glasvegginum er so frálík kulissa. Útsýnið ímóti bygdini millum fjøllini og ímóti havinum gav tónleikinum eina eyka dimensión.

Hesa ferð var tað Ny ham og Teitur og Torleik Mortensen. Nýggjur hamur eru Maria Ljósá og Andreas T. Restorff. Tey syngja Kingo í nýggjum hami. 

Mynd og lýsing tikin av Mariusa FB vanga

Maria sang, og teir spældu, gittar, banjo violin, tamburin, og teir sungu niðurløg við viðhvørt. Hon hevur sera góða og sera broyskna rødd. Fleiri sálmar kendi eg frá fyrr, og tað var áhugavert at hoyra teir í nýggjum (styttri) hami. Sanniliga alternativur Kingo. Eg festi meg við eitt sum Andreas segði, at tað finnast so nógvir góðir gamlir tekstir, vit kunna brúka, so tað er ikki altíð neyðugt at gera nýggjar.. Sanniliga, og tað er tað vit gera alla tíðina, t.d. sagnirnar, sum aldrin gerast gamlar.

Kaffi var á kannuni, og mangt gott varð boðið gestunum.

Torleik, Maria, Andreas, Teitur

 




Vit síggja tað stóra eysturvenda vindeygað

Vit vóru fimm í bilinum hjá Mads úr Havn til Dals. Fyrst fóru vit í Putlhús at fáa okkum nátturða, so fóru vit inn á Hólmafløtt. Ein so frálíkur túrur. Koyrdu heim í tí vakra hálvalýsinum í skýmingini.




Vit 4 í kortklubbinum.
Á nýbygda útigólvinum á Hólmafløtti saman við Kristinu. Maria í mittuni,
Mads tekur sjálvsmyndina.


Tuesday, April 7, 2026

Páskir

 Aftur vóru øll fløgg í Dali vundin á stong páskamorgun. Sólin skein og friður valdaði. Turið kom suður ein túr, sum var herligt, tí at Turið var farin til Havnar at hitta systur sína, sum var heima og vitjaði úr Danmark, og Turið og familjan vóru í Skotlandi og ferðaðust. Vit vóru í kirkju páskadag og hoydu lestur (Jónleif) og sálmasang (Símun Erik). Tað var nógv fólk í kirkju, so sálmasangurin var kraftarmikil. Bæði teir mollstemmaðu, og teir ljósu hjá Grundtvig.  


Men tað stuttligasta var at síggja eggjaspælið á Prangsjørð. Johild boðaði øllum, at tað var har, tað gekk fyri seg til ásetta tíð. Johild er ímóti øllum: hon skipaði fyri stikkbólti í skúlatúninum fyri ung og gomul, hon skipaði fyri dunnuveiðu í ánni, hon savnar øll. So ómetandi í eini tíð, har so mangt spjaðir og og tjóðrar okkum til skíggjar. Og Johild samskiftir um øll hesi viðurskifti á Dalbingafamiljuni á FB.






Tá ið eg var barn, rullaðu  vit  páskaregg yviri á bønum (har er ikki bøur longur) hinu megin ánna (har er ikki á longur). Vit høvdu 2 egg  í part, og eg minnist einki til, at pápi rullaði við ella rann eftir egginum, hvørja ferð, tað var blakað. Í Dali var festligt og lívsjáttandi at síggja, hvussu nútíðarpáparnir tóku lut í hesum leiki. Og eggini vóru sera mong í tali. Og veðrið var til vildar ta løtuna.