Sunday, February 22, 2026

Sjúrður 80

Í dag fyllir Sjúrður Nolsøe í Dali 80 ár. Hvør skuldi trúð tí, fattur og lættur, treyðugt so skula onkrir deilir skiftast, men tak hann kortini!

Hann helt dagin saman við familju og bygdarfólki í Eiriksgarði í gjár. Sum vera man var alt gott úr bóndans garði á borðinum. Fólk vóru komin ymsastaðni úr oynni og serstakliga stuttligt var at síggja, at øll seks børnini hjá Sjúrði og Eyðbjørg vóru til staðar. Anna beyð vælkomin, og hon skemtaði við, at tað var løgið, at summi høvdu forfall, tí at tunnilin er ikki komin. At tað ikki skal vera koyrandi til Dals í føðingardag hjá manninum, sum hevur koyrt til Dals í øllum veðri í mong ár, er sanniliga merkisvert.

ein vøkur teggja, stillað upp eftir aldri

Andrass hevði lagt leiðina til Dals í føðingardag og fyrr um dagin legði hann hesa vøkru heilsan út á FB:

Nú um vikuskiftið verður stórur dagur í Dali, Sjúrður sum verður 80 ár sunnudagin, við hesum atlaði eg mær at fara 80 ár aftur í íðina, ja hugleiða um dagin og ta tíðina sum var tá,

Tá í 1946 til 1940 var ein smádrongur, sum vaks upp í Dali, tá var eingin vegur, og tá mátti alt berast og ganga til bygdina, Tá postur mátti koma til Dals, var posturin koyrdur til Húsavíkar, har var maðurin sum æt Antininis Sørensen í Húsavík, sum tá hevði postin, hann bar so postin til Dals, so onkutíðina kom posturin sjóvegis eisini, Vegurin varð byrjaður 1943, og bleiv upplatin 1963, tá var stór broyting í bygdini, tá vegurin kom, hettar rokni eg við, at Sjúrður minnist,
Lærarin, sum tá var frá 1949 til 1962, var Malvina Clementsen, hon hevði Skarvanes og Dal. 17 januar 1953 boðaði hon til fundar fyri at fáa eina kirkju í bygdini, Í nevndina vóru vald Malvina (formaður) Ludvig , Gunnar, Óli, og Emil, Í 1957 í oktober varð kirkjan vígd, í hesum sambandi kann sigast, at Sjúrður bleiv klokkari 2 desember 1997, og er enn í dag virkin sum klokkari í kirkjuni,
Tað er stutligt at koma til Dals at minnast barnaárini, eg var hvørt summar, tá feria var, so tað eru nógv góð minnir, har eg føldi meg vera ein Dalbing, og tað liggur enn í mær í dag, at vera bygdini nær, At minnast tá Sjúrður koyrdi bussin millum bygda, tá setti eg meg altíð á ta síðuna sum man sá út av og hyggja niður á sjógvin ella út á havið ja her er heilt nógv at siga frá; men eg kundi sagt, at Sjúrður hevði seyð og neyt, men tað verður ein løta at skriva niður,
við hesar lítla søguni vil eg ynskja tykkum til lukku við bygdamanninum, sum blívur nú 80 ár sunnudagin,
Og til tykkum øll somul vil eg siga Gott Vikuskiftið,

Andrass millum Oddvør og Jóannes

HJARTALIGA TILLUKKU OG ALT TAÐ BESTA!