Sunday, April 14, 2013

Ársveitslan hjá Stígum fast

Í ár vóru Tøkum lætt og Leikum fagurt boðin við í ársveitsluna. Borðhaldið byrjaði klokkan 7, sangheftið hevði dalssnið. Tveir sangir hjá Jógvani Adolf, ein hjá Jónleif og aðrir góðir sangir, og eins og í dansinum í Skálavík á trettandu vóru sangirnir ikki fótatraðk, og teir vóru ikki úr Føroya fólks…Jóannes spældi harmoniku og stýrdi borðhaldinum.

061

Fleiri stuttar røður vóru, eitt tema var Jógvan Adolf, hann fekk nógv rós fyri sín leiklut,  tá ið Stígum fast varð stovnað og dansistovan bygd. Frida Sofía, sum ikki hevur verið í veitslu í Dali, síðani hon var barn, helt tað var deiligt, at fólk róstu Jógvan gubbanum og dugdu at seta prís upp á hansara arbeiði. Eitt annað tema var Greta í Flyttuni, eg kendi ikki Gretu, men Frida tosaði ofta um hana, hon hevði verið niðri og tænt hjá ‘tí betra slagnum’ , hjá sjónleikafólkum, og hevði okkurt sert við sær heim aftur. 

051

Maturin krevur at fáa nøkur orð við upp á vegin. Sósin var so góð, at tú misti teg burtur í henni, kjøtið bráðnaði á tunguni. Elisabeth við sínum toymi dugir bara hattarhar.044066

Elisabeth og toymi - tíverri eru genturnar hjá Helgu ikki við á myndini, men Bødvar má sigast at umboða húsið væl.063

Bloggindan við borðharra.064

Borghild og John eru altíð hugað at práta og við uppá tað, og so elski eg at hoyra Borghild syngja við síni snjøllu rødd. 065068

Systrarnar av Hamri vóru væl til passar, tær síggja bara betur og betur út báðar.

Dansurin var sum væntað mega góður ella kempugóður, sum Herbert sigur.

No comments:

Post a Comment