Kristina á Hólmafløtti er ein orkubumba. Kreativ og fevnandi. Hon fær so mangt í lagt. Nú hevur hon roynt at stillað upp til Løgtingið, og næstu ferð kemur hon inn. Heima hjá henni og Steintór á Hólmafløtti hava verið fleiri konsertir, tí at tey hava verið vertir í ØKISTÓNUM fleiri ferð. Stovan hjá teimum við tí eysturvenda glasvegginum er so frálík kulissa. Útsýnið ímóti bygdini millum fjøllini og ímóti havinum gav tónleikinum eina eyka dimensión.
Hesa ferð var tað Ny ham og Teitur og Torleik Mortensen. Nýggjur hamur eru Maria Ljósá og Andreas T. Restorff. Tey syngja Kingo í nýggjum hami.
![]() |
| Mynd og lýsing tikin av Mariusa FB vanga |
Maria sang, og teir spældu, gittar, banjo violin, tamburin, og teir sungu niðurløg við viðhvørt. Hon hevur sera góða og sera broyskna rødd. Fleiri sálmar kendi eg frá fyrr, og tað var áhugavert at hoyra teir í nýggjum (styttri) hami. Sanniliga alternativur Kingo. Eg festi meg við eitt sum Andreas segði, at tað finnast so nógvir góðir gamlir tekstir, vit kunna brúka, so tað er ikki altíð neyðugt at gera nýggjar.. Sanniliga, og tað er tað vit gera alla tíðina, t.d. sagnirnar, sum aldrin gerast gamlar.
Kaffi var á kannuni, og mangt gott varð boðið gestunum.
![]() |
| Torleik, Maria, Andreas, Teitur |






No comments:
Post a Comment