Friday, April 24, 2026

Gnippa 90

Føðingardagbarnið saman við systur og systkinabørnum
Fríðgerð, Herborg, Lona og Gnippa




Hans Marius hevði so nógv systkinabørn, og nógv teirra vóru eldri enn hann. Hann var yngstur av sínum systkjum og pápi hansara var yngstur av sínum 9 systkjum, so tað var nokso stóru aldursmunur. Eg havi kent Gnippu, síðani eg kom til Dals fyri 50 árum síðani, tá vóru vit í góðum aldri báðar 😀 Gnippa og systrarnar og Poli hildu til í Rennuni. Har var altíð so pent og nossligt bæði inni og úti, fyrimyndarligt húsarhald. 


á húsavegginum navnabretti, sum Poli hevur skorið




Góðan drekkamunn í Rennuni

Gnippa helt føðingardag í Starvsmannafelagshúsinum fyri umleið 90 gestum. Vinir og kenningar, og eg var heppin at vera boðin við til nátturða og kakuborð. Sámal Petur í Grund, systursonur Gnippu var borðstjóri, og hann dugdi nógvar stuttligar søgur. Eg seti tvær teirra her, meðan eg minnist tær:

                Lærarin hevði sítt stríð av at læra Pól at stava. Men so einaferð helt hann, at nú mundi fara at                 bata, so hann bað Pól stava orðið troyggja. Jú, Pól stavaði t-r-oy-g-g-j-a-ð. Nei nei, segði                    lærarin einki ð. Men, men segði Pól, lærarin segði, at tað sum var bundið hevði ð.


 Sámal Petur segði eisini fleiri søgur úr sínum egna barndómi úr Dali.

Eitt annað hann fortaldi var, at Gnippa hevur spælt sjónleik í Gøtu. Tey spældu "Magnus" , og Gnippa var tann lokkandi havfrúgvin. Og hon var so vøkur og eggjandi, at allir dreingir í báðum Gøtunum og bygdum har á leið blivu forelskaðir og fóru aftur og aftur til leikin.

Prestur hevði roynt at lært Pól katekismus, men lítið bar til. So fann hann upp á ráð og fór í fjósið við dronginum Har stóðu tríggjar kýr. Nú siga vit, segði prestur, at henda fyrsta eitur Abraham, handan næsta eitur Ísak og handan Jákup. Ja, tað var Pól við uppá. Nú skal konfirmatiónin vera, og prestur heldur, at nú man fara at bera til. Sig mær Pól! sigur prestur, hvussu nógvir patriarkar vóru? Pól ivast ikki: fýra! Nú so sigur prestur, hví sigur tú tað? Tí, sigur Pól, Abraham kálvaði í nátt!

Jógvan Dalsfles stýrdi sanginum, og ein gáva til Gnippu var "Ólavur og Niels", sum sungu tríggjar sangir. Og hon fekk ein heimagjørdan frá systur- og bróðurbørnum.


Stuttligt at hoyra talurnar til Gnippu, og áhugavert at hoyra um teirra tíð í Danmark, sum bæði Niels Pauli og Eyðleyg mintust aftur á. Seinni var ein bindiklubbakona, Maiken, sum greiddi frá bindiklubbi á Suðurrás. Allir talarar vóru samdir um, at Gnippa er eitt stás, altíð við tí góða orðinum. Øll løgdu eisini dent á - og tað vita vit øll - hvussu vøkur og stílfull Gnippa er. Dugir so væl at klæða seg, og hárið altíð perfekt.
Annfinn fortaldi, at ´Toppasystrarnar vóru so framúr raskar og sterkar, serstakliga í hoyna, onkur av teimum bar hoyggj eini. Tá læt í Gnippu, ja tað var Arna.
Annfinn segði eisini okkurt um tað sjáldsama navnið Gnippa. Hon er einnevnd í Føroyum og kanska í allari verðini. Nevnd eftir einum konubroti í "Jøkil Búason".

Toppasystrarnar, nú eru tað Gnippa og Lona, eru raskar at vitja og møta upp, tá ið okkurt er í Dali. Og dreingirnir hjá Gnippu og Pola eru við í øllum arbeiði har suðuri.
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld, Gnippa, Brandur og Páll L.


No comments:

Post a Comment