Sunday, May 10, 2020

Tak tað róligt!



 Gekk mær ein lítlan túr oman at hyggja at tí nýggja palllinum í Eiriksgarði. So flottur, og so stórur. Har verður gott at sita, tá ið hitastigini aftur koma upp um frostmarkið.  Tað næsta má vera at gera grótgarðin í stand, ein slíkur gamal grótgarður er eitt prýði. Hvussu gamal man hann vera, avgamal úr eini fjarari fortíð, tá  ið okkurt annað hús stóð her, ella frá tíðini, tá ið bygdarhúsið kom?


So gekk eg longur og sá vársins tekn fram við vegnum, mýrisólju og hagasólju og menniskjans egnu sissandi filturfongdu sólju, gul sum hinar, men ikki líka vælkomin.

 Eg sá eisini okkurt fólk á míni leið, undir veggi við frástøðu. Tveir komnir heim av langferð. Í sjálvbodnum sóttarhaldi umdir vegginum í sólini. Hvar er tað ikki herligt at kunna flyta seg í slowmotion gjøgnum bygdina í sólini. Annar krákufundurin var í morgun, hin var fyri eini viku síðani.




1 comment: