Friday, August 26, 2022

Vilhelmina farin

 Nú var tíðin komin hjá Vilhelminu.

Likkuleiaomman var heimskend í Føroyum, børn, sum komu til Dals at ferðast, royndu at fáa eyga á Likkuleiaommuna. Og hon var ofta at síggja í urtagaðinum ella í vindeyganum. Ein mentakvinna, eitt livandi savn av óítøkiligari mentan - "intangible culture" sum er UNESCO heitið fyri  "mannagongd, framløgu, útsøgn, vitan ella førleika sum er partur av mentan á einum plássi". 

Myndin niðanfyri er frá fyrst í august í ár, Vilhelmina var ússalig, men vit prátaðu saman eina løtu.


Tað er stórur missur hjá bygdini og hjá okkum øllum. Har ljós brenna fá, sæst gjølla, tá ið eitt teirra slóknar. 

Men vit eru rík, sum hava kent Vilhelminu, og hon krógvaði ikki sínar gávur, men læt gávumilt burturav - bæði børnum og vaksnum, og vit kunna fegnast um, at KVF eigur upptøkur, har vit kunna uppliva hennara skjaldur og frásøgn. Vilhelmina var eitt álitisfólk, hon var urguleikari Dals kirkju í mong ár, hon var fremst i dansi og sangi, og hon var ein av stuðlunum undir kvøldsetunum, sum vóru í Eiriksgarði um veturin. Vilhelmina var eitt lívsstykki, um tú hitti hana, var dagurin bjargaður. 

Góðu tit á Deild, tit hava fingið gott í beinið frá mammu og ommu tykkara. Vit drúpa høvur saman við tykkum, men gleðast um minnini.

No comments:

Post a Comment