Monday, August 5, 2013

Steintór farin

Fólk av Hólmafløtti
Myndirnar av Steintóri eru tiknar á dalsstevnu 2003
Fløggini veittraðu á hálvari stong í Dali í dag, nú ið Steintór varð borin út. Veðrið helt sær ta løtuna jarðarferðin var, men síðani glumdi regnið niður.
P1000964
Bøgesvang helt eina góða talu, og sálmarnir vóru serstakliga vakrir, sjósálmar sum hava siglingsferðina sum høvuðsmynd. Kanska tann mest brúkta og best hóskandi skaldsliga myndin í føroyskum sangum. Sangurin ljóðaði hvølt í teirri fullsettu kirkjuni, og teir átta sangararnir hoyrdust eisini væl á gravarbakkanum.
OLYMPUS DIGITAL CAMERA
Sum vanligt er í Dali, var døgurði í Eiriksgarði aftaná jarðarferðina.  Tað undrar meg altíð, hvussu tey kunna fáa ein slíkan góðan døgurða til 160 fólk kláran so skjótt. Steintór doyði leygarmorgun, og ervið var mánadag seinnapart. Tey eru eitt gott toymi, øll arbeiðsgongdin liggur greið, og øll eru effektiv.
Steintór var altíð blíður at koma á tal við, men ta síðstu tíðina kom hann ikki út, tó var hann fryntligur at hitta, um tú komst á gátt. Hann var kokkur við øðrum Klettinum í nógv ár, og Hans Marius og hann kendust væl. Hans Marius doyði í 2010, og nú fór Steintór. Teir arbeiddu nógv og verða sárt saknaðir.

No comments:

Post a Comment