Tuesday, February 4, 2014

Judith in memoriam

20. februar hevði omman (Judith Nolsøe) fylt 74. Hon fór tíverri alt ov tíðliga, bert 63 ára gomul í 2003. Eg eri sjálvandi inhabilur, men hon var alt, ið ein omma skal verða: umsorganarfull, heit, viðkomandi, hjartagóð og, ikki minst, stuttlig. Hon var eisini tann, ið írættasetti, um tørvur var á tí.

Ein omma blívur ein eyka-mamma og tað lýsir øgiliga væl tað, ið hon var, men hon var tað, uttan at missa tað ommuliga. Millum annað koyrdi hon nógv putursukur upp á breyð, tað gjørdi mamman ikki. Hon plagdi eisini at bera morgunmat uppá seingina um morgunin, tað fekk eg heldur ikki heima.

Hon plagdi eisini at siga, at um eg ikki fór heim, áðrenn tað bleiv myrkt, so komu niðangrísarnir oman úr bønum. og teir leitaðu eftir børnum, ið teir kundu fanga. Tí mátti eg skunda mær heim, fyri ikki at blíva fangaður. Eisini plagdi hon at brúka brimilin Klappus sum eitt forskrekkilsi, fyri at vit ikki skuldu fara oman á mølina at spæla.
Einferð var hon troytt av mær og Margrethu hjá Maritu. Vit hava nokk larmað dekan ov illa. Hon segði, at Anfinn var í ferð við at fletta ein hest niðri við Eiriksgarð, og vit máttu skunda okkum oman. Vit leypandi avstað, men har var hvørki Anfinn ella nakar hestur. Sum tit skilja, so var pedagogikkurin eitt sindur øðrvísi tá

Henni dámdi væl at fáa vitjan og var innbjóðandi. Abbin og hon plagdu at hyggja eftir Dollars, og eg hevði fast, at tá fór eg norð til tey, tí mamma og babba hugdu eisini, og tá tóku tey sjónvarpið frá mær. Abbin plagdi at siga: "Nú var Dollars-forstýrarin aftur her", men omman plagdi at hússja hann og bað meg koma inn, at fáa mær ein drekkamunn.
Tað komu ofta fólk framvi, og húsið var eitt nátturligt savningsstað hjá okkara fólki. Ella tað vil siga, at í mun til abban var hon ein selskapsleyva, tí abbanum kom altíð í hug okkurt, ið hann hevði gloymt at gjørt norðuri í hoyløðuni, tá nógv fólk kom á vitjan

Í eini lítlari bygd sum Dalur eru øll, hvør í sínum lagi, ein bygdamynd. Ti er altíð eitt pláss, ið stendur tómt, tá onkur fer. Ikki bara í bygdini og í bygdasamfelagnum sum heild, men mest av øllum hjá teimum, ið avvarða. Soleiðis er eisini við ommuni.

(skrivað hevur Sólvit Emilsson Nolsø)

No comments:

Post a Comment