Sunday, July 15, 2018

Dalstúrur á sumri

Vit hava verið í Dali nakrar dagar. Akuurát sum í gomlum døgum í Putlhúsi.




Á Kirkjujørðini gekk tað fyri seg, nógv fólk og nógvar maskinur. Deiligt at síggja, hvussu røsk og hugagóð skopunarfólkini eru. Onkur tók bara ein lítlan steðg, meðan gekkurin var, so aftur í bøin.












Á Bræðnum er innkomandi! Vit vóru har til ein góðan kaffimunn saman við Havnardamum, sum
høvdu havnarmorgunbreyð við sær. Randi og Ann vóru og vitjaðu á Bræðnum. Lata frið falla á seg í hesum frálíka sissandi umhvørvi.


Køkurin ella alrúmið í Bræðnum er so sera hugnaligt, fult av lutum og minnum um farnar dagar og tó sera væl brúkandi í 2018. Matmóðirin situr á torvkassanum við komfýrin, og eg siti modell við kaffikoppinum á  komfýrshorninum.


Frida Sofía var rennitúr, og hon roynir at fáa hini at røra seg. Hon fekk meg og Madeleine út at ganga, og tað var ein deiligur túrur í summarsirmi. Hesin avbera vakri fossur innanfyri rættina í Botni eitur. Rættarfossurin.




Friday, July 13, 2018

Summargestir

Vit vóru í Dali saman við summargestum. Veðrið var til vildar, so Klæmint Jacobsen í Skálavík kom við sínum snilda stillassi og stillaði í toftatúnið. Upp fór Frida Sofía, og hygg nú! Tú fært sitrónfromasju við róma í tankarnar, tá ið tú sært Putlhús, enn ljósari gult enn seinast!

 Klæmint hevði eitt snarskeið fyri teimum í, hvussu hetta apparatið virkar.
 Og væl bar til, hon reyk til tops beinanvegin, hon byrjaði eystanfyri. Vindskeiðirnar fáa ein umgang.
Og børnini Louis og Emil og Madeleine hjálptu til.











Kaffihúsið á Mølini í Skálavík fær okkara besta viðmæli, tað er sera hugnaligt, gott úrval á matarlepanum, smakkar væl og ikki ovurdýrt. Vit ótu nátturða har. Blíð tænasta og stórskíggi. Vit sóu Kroatia vinna Ongland.



Vit fingu eisini høvi at heilsa upp á Vilhelminu, hon er ein institutión í Dali - upp á tann góða mátan. Tað var ein góð løta við pannukakum á pallinum uttanfyri á Deild. Gott hjá teimum troyttu málingafólkunum at fáa ein skáa. Manga takk Vilhelmina og takk fyri hjálpina Sjúrður, John og Klæmint.






Sunday, April 22, 2018

Barnalandsdansistevna í Sandoy

Vit løgdu til brots fríggjakvøldið, Magna og K
ristina vóru væl til passar.

Stevnan varð hildin leygardagin í trimum bygdum, allastaðni var stóru blíðskapur. Fyrst vóru vit í Skopun og fingu morgunmat og fóru upp á gólv.
Anna Jóannesardóttir
 Stóra Turið og Herbert og Magna og Brian
Magna og Glóð dansa.
Síðani var skipað fyri útferðum:
1. til gívrinar steinin
2. til Todnes og Kálv lítla
3. Í Uttastovugarðin

Eg og Herbert fóru at hoyra um Kálv, hann var eitt grúiligt avinnydýr.
Tey , sum vóru í Uttastovu lótu sera væl at, so fittir kálvar og so góð mjólk.

So varð farið til døgurða á Sandi og í bussi til Dals. Sera væl skipað, haldi eg.

Hann greiðir frá Presthólmi.

 Tey lítlu dansa eisini við.












Ein lítlan steðg - úr dansinum á reiggjurnar.

Saturday, April 7, 2018

Vikuskifti í Dali

Vit stungu okkum suður í gjárkvøldið. Sótu við stokkum og hugnaðu okkum og lurtaðu eftir "Upp á tá".


Fyrrapartin í dag fóru vit ein túr á Hamarsenda og á vegnum skoðaðu vit tað kreativa stikið í Oyrargarði. Nei, Borghild, Borghild tú ert herlig. Vísdómsorð fyri leik og lærd, í skerandi, vøkrum litum ein leygardag í apríl. Onkur nýggj og onkur, sum hava prýtt bygdina áður.





Eini ørindi inn til Vilhelminu, á Deild er várið longu komið.








Og so sjálvandi inn á Bakkanum at drekka kaffi.


Í Orknoyggjum reypa tey av taraseyði, taraseyðtógvi og -kjøti. Tað hava vit eisini í Føroyum, seyðurin virðir einki um, at verða vátur um føturnar, hvørja ferð tað leggur inn á mølina. Hann gongur digst í sjóvarmálanum.


Hjartvar hevur nógv at gera í dag.



Í Putlhúsi sótu vit sum undir lestri og lurtaðu eftir stroymdum flokstingi úr Klaksvík. Ein bygdarskái er minst líka stimbrandi og heilsufremjandi sum ein býarskái.



Monday, January 1, 2018

Nýggjársaftan

Vit fingu gestir seinnapartin, teir mundu vera eini 10-15 í tali, teir samlaðu tilfar at brenna. Tíverri var ikki nógv av slíkum at fáa í Putlhúsi, men tað var hugnaligt at síggja allar hesar menninar, sum vóru í Dali á nýggjárinum.
DSC02239
DSC02236
Vitus og Turið vóru til døgurða, og á matarlepanum var epla-purrusúpan, fiskafat og sviskutrifli.
DSC02241
So fóru vit út at skjóta við børnunum og hyggja, meðan teir fingu blikkini klár.
DSC02244DSC02247DSC02251

Kl. 22 tendraðu teir bálið, ovast reið ein flaggstong.
DSC02260DSC02265DSC02276DSC02279DSC02283DSC02258
Hæddarpunktið á nýggjárinum er tátturin hjá Jónleif og nýggjársrøða hansara.
Í ár var tátturin um tey lyfti og olmussugávur, sum dalbingar lovaðu, ta ferðina, tá ið alt skalv í grót og grund í Dali, og molin klovnaði. Hetta var samstundis, sum Helga helt fimmtiáradag, og røðarin helt, at tað var ikki so, tá ið náttúran sjálv gjørdi vart við seg at hátíðarhalda dagin. Eg seti nøkur úrvald ørindi her (sangurin er 20 ørindi):
Tá ið Helga fylti fimmti ár, ristust allar grundir.
Molin toldi ei hetta ball, hann klovnar um miðju sundur.
-------------------
Mælti Bødvar høvdingi, hann ið aldrin sovnar,
“lova vit ikki olmussu, bygdin øll hon klovnar.”
------------------------
Hjartvar lovar at vaska sær, og greiða skeivan reikin.
Tórunn lovar av Kalsoynni at finna fittan sjeikin.
---------------------------------
Helga at venja á urguni, hvønn dag eina økt,
Jóanes í Stórhúsi at taka minni í røkt.
------------------------------
Sigurð lovar við hundinum at ganga langar túrar,
Ólavur á bonkinum vil stytta sínar lúrar.
-----------------------------------
Jón hann lovar í skúlanum væl við stjóran sættast.
Símun Hannus at botnaseyður allur skal roytast og rættast.
---------------------------------
Havið tá við klettin stóð, aldan tók at sova.
Ei hildu allir dalbingar tað, teir høvdu lovað.
DSC02290


Sunday, November 19, 2017

Ársveitslan hjá Leikum fagurt

Í ár høvdu tey boðið Stígum fast, Klaksvíkar dansifelag og Ungum í dansi við. Tað var serstakliga stuttligt  at síggja so mong ung, sum eisini fingu rósandi orð í talunum. Men kanska eisini eina nokso tunga byrðu: dansurin er 700 ár, og nú eru tað tit sum eiga vaktina, men vónandi og væntandi er tað ein stuttleiki og ikki ein tung skylda! 23622457_1345659765555881_4374345625374586088_nTey fingu rættiliga lív í  borðhaldið.
IMG_20171118_220503
Borðhaldið var fínt, eina løtu mundi tað gjørst ein valfundur, tá ið  norðoyavargurin hjá Javnaðinum fór at sipa til sín nýggjasta leik og fekk sera góða undirtøku millum fólkið.
Maturin hjá Elisabethsa toymi var góður, men dessertin úr Se og hør stóð ikki mát við ta frálíku súpanina og kjøtrættin.
23757827_10212665142436353_1124961381_o
Borðhaldið vardi góðar tveir tímar, og tað er akkurát passaligt, so mikið longri tíð verður til dansin. Tey ungu løgdu fyri við Sigmundskvæði, og tað var eitt njótilsi at fáa hesa søgu sagda av nýggjum. Síðani varð Dvørgamoy kvøðin og Skrímsla. Sera góður dansur og góður vertskapur.
DSC01479