Friday, July 13, 2018

Summargestir

Vit vóru í Dali saman við summargestum. Veðrið var til vildar, so Klæmint Jacobsen í Skálavík kom við sínum snilda stillassi og stillaði í toftatúnið. Upp fór Frida Sofía, og hygg nú! Tú fært sitrónfromasju við róma í tankarnar, tá ið tú sært Putlhús, enn ljósari gult enn seinast!

 Klæmint hevði eitt snarskeið fyri teimum í, hvussu hetta apparatið virkar.
 Og væl bar til, hon reyk til tops beinanvegin, hon byrjaði eystanfyri. Vindskeiðirnar fáa ein umgang.
Og børnini Louis og Emil og Madeleine hjálptu til.











Kaffihúsið á Mølini í Skálavík fær okkara besta viðmæli, tað er sera hugnaligt, gott úrval á matarlepanum, smakkar væl og ikki ovurdýrt. Vit ótu nátturða har. Blíð tænasta og stórskíggi. Vit sóu Kroatia vinna Ongland.



Vit fingu eisini høvi at heilsa upp á Vilhelminu, hon er ein institutión í Dali - upp á tann góða mátan. Tað var ein góð løta við pannukakum á pallinum uttanfyri á Deild. Gott hjá teimum troyttu málingafólkunum at fáa ein skáa. Manga takk Vilhelmina og takk fyri hjálpina Sjúrður, John og Klæmint.






2 comments: