Thursday, October 17, 2019

Gott veður í dag

Endiliga kom tann góði dagurin, Hallur kom suður í gjár, og nú eru hann og tey bæði størru farin á rættina. Turið kemur seinni.
Hans Magni vísti mær neystið hjá teimum. So sera nossligt við báti, motori og aðrari útgerð. Tey sum fylgja við á Dalbingafamiljuni hava sæð toppamenninar sigla í bátinum ella báðum bátunum rættari sagt.


Johild hevur altíð nógv um oyrini, nú fór hon grøvandi úteftir í vindinum við trillibøruni. Men hon hevur aldri so nógv um at vera, at tú fært ikki eitt smíl og eitt prát.


Og vinkonan Vilhelmina, hon gongur túrar og so "gloppar" hon hurðina, so fær mann eina stutta dagføring.
Í Putlhúsi er ikki so fínt, tá ið veðrið er inniveður í dagavís, tá ið børn og vaksin skula finna dagdvølju í tímavís og dagavís, tá er gott at fara ein túr í vindi og sirmi. Herbert rann á Hamarsenda og omanaftur, onkur var nokso køld. Gott at koma á Bakkan til kaffi og bommkakur.

omma bindur sokkar til eina bamsu

Kristina ger matvøruhandilin kláran




Kristina stóð fyri dessertini í fyrrakvøldið, hon bakaði dinosaurar og skrímsl.
ein dinosaurur beint av pannuni

Nú verður spennandi, tá ið tey koma av rættini.

Wednesday, October 16, 2019

Í Dali á heystardegi

 Í Sandoynni gongur mangt fyri seg í hesum døgum. Teir báðir tunlarnir leingjast í hvørjum.

Í Traðardali er ein heilur býur risin

Tunnilsmunnin sæst nú týðiliga
Í Dali var fult av bilum nú rakstur er á skránni, nógv fólk var savnað á skorabýtinum, og skemt og prát fylti skúlatúnið.









Holið í Húsavík byrjar eisini at taka form, teir hava sett ein form, sum sær út til at vera yvirborðið á tunlinum.
Á Bakkanum er altíð ein kaffimunnur at fáa :


 


Wednesday, July 24, 2019

summar 2

Í Dali eru teir farnir at balla, og Sjúrður er væl mannaður, nú ið hann fer at reka. Eyðbjørg segði mær, at tey eru 13 fólk í húsi. Stuttligt at fáa so nógvar summargestir.


Teir ungu eru raskir, og Jónasa partur liggur ikki eftir.

Ein túrur í hesum guddómliga veðri gjøgnum bygdina er ein túrur gjøgnum minnisins mjørkadæmdu gongir. Vilhelmina veit frá mongum at siga, nú ið spurningar um tey, sum farin eru, troðka á.















Annfríð og Annfinnur

Skaddur/skadd ella skødd; skøddur/skødd. Vilhelmina er orðafróð, sum fáur.

Kristina er nú fimm ár

Emil skoðar hagabilin

Í Putlhúsi trívast vit væl inni, hóast gott útiveður er

Monday, July 22, 2019

Summar

Stuttligt at hava børn og barnabørn hjá sær í Dali. Har gekk nógv fyri seg, men eg eri ikki so víðfarin sjálv, so tað eru ikki myndir av øllum, sum hendi. Kristina súkklaði til ta stóru gullmedaljuna.


Magna, Emil og Madeleine spældu mest kort. Onkuntíð saman við Tórhild ella Elin í Rununi, og onkuntíð var Frida S. 4. maður.


 Á Toft hava tey reinskað túnið, so at tað nú er so nossligt.














Og so var hugnadagur á grótvirkinum í Skopun. Tær royndu seg á stúltum. Vit fingu høvi at gera eina grótmedalju og vit fingu vaflur og kaffi.



 Hann drívur á pedalirnar, og prinsessan situr upp á stás.

 Í Stórhúsi arbeiddu Jónleif og Símun Erik. Annar sló og hin smíðaði.

 Ein túr á Mølina í Skálavík máttu vit gera.
Kristina slapp at spæla røvarar og politi, til kl. hálvgun 12, og tað er hart.