Hans Magni vísti mær neystið hjá teimum. So sera nossligt við báti, motori og aðrari útgerð. Tey sum fylgja við á Dalbingafamiljuni hava sæð toppamenninar sigla í bátinum ella báðum bátunum rættari sagt.
Johild hevur altíð nógv um oyrini, nú fór hon grøvandi úteftir í vindinum við trillibøruni. Men hon hevur aldri so nógv um at vera, at tú fært ikki eitt smíl og eitt prát.
Og vinkonan Vilhelmina, hon gongur túrar og so "gloppar" hon hurðina, so fær mann eina stutta dagføring.
Í Putlhúsi er ikki so fínt, tá ið veðrið er inniveður í dagavís, tá ið børn og vaksin skula finna dagdvølju í tímavís og dagavís, tá er gott at fara ein túr í vindi og sirmi. Herbert rann á Hamarsenda og omanaftur, onkur var nokso køld. Gott at koma á Bakkan til kaffi og bommkakur.
omma bindur sokkar til eina bamsu |
Kristina ger matvøruhandilin kláran |
Kristina stóð fyri dessertini í fyrrakvøldið, hon bakaði dinosaurar og skrímsl.
ein dinosaurur beint av pannuni |
Nú verður spennandi, tá ið tey koma av rættini.
No comments:
Post a Comment