Í Dali eru teir farnir at balla, og Sjúrður er væl mannaður, nú ið hann fer at reka. Eyðbjørg segði mær, at tey eru 13 fólk í húsi. Stuttligt at fáa so nógvar summargestir.
Teir ungu eru raskir, og Jónasa partur liggur ikki eftir.
Ein túrur í hesum guddómliga veðri gjøgnum bygdina er ein túrur gjøgnum minnisins mjørkadæmdu gongir. Vilhelmina veit frá mongum at siga, nú ið spurningar um tey, sum farin eru, troðka á.
|
Annfríð og Annfinnur |
|
Skaddur/skadd ella skødd; skøddur/skødd. Vilhelmina er orðafróð, sum fáur. |
|
Kristina er nú fimm ár |
|
Emil skoðar hagabilin |
|
Í Putlhúsi trívast vit væl inni, hóast gott útiveður er |
No comments:
Post a Comment