Skúvoyar fornminnafelag skipaði saman við Kunningarstovuni í Sandoy fyri útferð í fótasporum Sigmundar. Vit fóru av Sandi við Sildberanum kl. 10.35 hvítusunnumorgun, nøkur og fjøruti fólk. Tað var rættiliga váttligt.
Tá ið vit komu til Skúvoyar var turt, og vit vóru boðin niðan í skúlan, har ið borðreitt var við drekka og bollum og viðskera. Harry var okkara guide , og hann greiddi frá, hvat var á skránni:
1. drekkamunn
2. Í kirkju
3. Hoyra nakað um farveg eftir Sigmund í bygdini
4. Norð á Dal
5. Í Ólansgarð
6. Fáa súpan og kaffi og kakur
.
Sera væl skipað.
Prestur var við í ferðalagnum, og hansara prædika fevndi eisini um yrking eftir Mikkjal á Ryggi um Sigmund sum smádrong. Sera hugnalig løta í kirkjuni. Altartalvan í Skúgvi er rættiliga serstøk við einum stórum gullkrossi við latínskari áskrift um krossin, sum er vónin.
Nú var steðgað á uttanfyri og Harry segði okkum frá, hvar tey halda, at Sigmundur hevur búð, hvar skipastøð hevur verið osfr. Síðani sungu vit Hvørjum man tykja hjá Fríðrik Petersen. Vit høvdu fingið, hvør sítt prentað ark við trimum sangum og myndum.
Síðani var farið til gongu, og nú var farið at regna, ikki grovt regn, men tó so. Teinurin norð á Fagradal og aftur er 7,3 km. Gott er at ganga, og gøtan er merkt við reyðum træsneisum, sum eru lættar at fáa eyga á.
Fagridalur er ein algrønur Dalur, og har er bara ein steinur, Tróndarsteinur.
Har norði er eitt skýli, sum fuglafrøðingurin Bergur brúkar, tá ið hann granskar fugl. Vit sóu fuglabjørgini vestanfyri, men ikki nógvan fugl. Vit sungu Tróndarkreddu her við steinin.
Tróndarsteinur er steinurin Tróndur fjaldi seg aftanfyri, tá ið Sigmundur skuldi høgga hann. Merkið av Sigmunds svørði sæst enn í steininum, men tað eru nokk mest børn, sum finna tað. Sigmundur og felagar hansara tveittu seg útav her, tá ið teir løgdu á at svimja.
Harry helt at bókin Rannvá er betur kend nú á døgum enn Føroyingasøga, og eg hugsi hann hevur rætt, her standi eg í Rannváartoft.
Ein sera góður, væl skipaður túrur. Mítt besta viðmæli til tykkara, sum gjarna vilja ferðast í Føroyum.
No comments:
Post a Comment