Thursday, April 16, 2009

Tunnilin er hjartamálið (Grein úr Valblað 2002)

Grein úr Valblað 2002
Ja, eg havi goymt eina avís, haldi, at Sosialurin kom við hesum Valblaðnum 2002. Teir høvdu verið í Dali og spurt Kjartan og Sunnevu um bergið og tunnellina. Eg lati greinina til okkara bestu heimasíðu um Dals bygd, sum er hjartapunktið í okkara føðilandi, Føroyum. Hetta kom út til valið í 2002, tá sá tað so ljóst út, at hetta valskeiðið skuldi tað verða, at vit fingu tunnellina til okkara kæru Dalsbygd, men sum altíð er, kom einki burturúr.
Hervið lati eg heilsa øllum dalbingum, bæði teimum, sum eru uttanlands og teimum, sum búgva aðrastaðni í Føroyum.
Eg vil eisini takka bygdarfólkinum fyri blíðskap, sum eg fái her í Dali.
Heilsan Andrass Jacobsen (Dalbingur)

Kjartan og Sunneva Elisabeth Larsen í Dali:
Tunnilin fremsta hjartamálið - og vilja ikki hoyra um fullveldi.

Familjan í útjaðaranum.

Fyrr æt tað bygdarmenning. Nú verður tosað um menning av útjaðaranum ella um økismenning. Nógv verður undan valinum tosað um at betra um umstøðurnar á smáplássinum og geva familjunum betri umstøður at virka. Tað er við hesum í huga, at vit leita til eina av teimum minnu og nakað fjarskotnu bygdunum í Føroyum at hitta eina familju. Hóast lokal mál hava størsta áhugan, so hevur hon eisini sínar tankar og meiningar um framtíðina hjá landinum.

Vit eru stødd í Dali í Sandoynni. Har búgva Kjartan og Sunneva Elisabeth Larsen saman við trimum børnum. Tey eru øll uppvaksin í Dali, eini av teimum minstu bygdunum í landinum, sum eftir øllum at døma eisini verður teirra heimstaður í framtíðini. Kjartan er 40 ára gamal. Hon er 33. Tey eiga tríggjar døtur, Vinnie 13 ár, Mariu 8 ár og Trinu 6 ár. Tey øll støðast væl í bygdini. Tann elsta gongur í Meginskúlanum á Sandi, miðlingadóttirin gongur í skúlanum í heimbygdini, og tann yngsta er enn ikki farin í skúla.

Kjartan er sjómaður. Tað hevur hann altíð verið. Sjólívið, tað er bara Kjartan. Sunneva, sum hevur verið heimaarbeiðandi øll tey seinastu árini, arbeiðir nú á flakavirkinum í Skopun. Hon stórtrívist har.

Sjómaður frá ungum árum.
Kjartan fær orðið og greiðir frá: Hugurin var til sjógvin, og fór hann beinleiðis til sjós eftir 10.flokk. Fyrsti báturin hann var við var Gøtunes. Hann var so eisini nakrar snellutúrar undir Íslandi. Eftir tað fekk hann kjans við Klettunum, gomlu Finnunum, sum vórðu keyptir í oynna úr Vestmanna. Kjartan fór á skiparaskúla í 86. Hann fór so við Skansatanga sum stýrimaður og seinni við Hádegiskletti. Í dag er hann við einum av størstu trolarunum í flotanum, Eysturbúgvanum. Har hevur hann verið í 8 ár. Hann er skipari og stýrimaður. Kjartan heldur árið higartil hevur verið brúkiligt, men árið í fjør var tað besta nakrantíð.
....................
Tey liva við dagligum ampa av, at børnini skula koyra eftir tí stak vánaliga vegnum til Húsavíkar. Hann er ringur at koyra eftir, har er bratt, og nógv grót ryður niður eftir frost. Og har skula børnini koyra hvønn morgun í skúla.

-Latið okkum fáa ein tunnil millum Dal og Húsavík, og tað fer at gera, at vit øll fara at kenna okkum tryggari siga Kjartan og Sunneva.

Í Dali búgva umleið hálvthundrað fólk. Kjartan og Sunneva bera ikki ótta fyri, at bygdin skal avtoftast. Nýggj hús verða bygd. Fólk støðast. Og júst nú er ein ung familja flutt suður í nýggj hús. Í fjør byrjaði ein snikkaravirki í bygdini. So tað grør um gangandi fót í Dali.

Skúli er í bygdini. Har ganga tey í skúla upp til 6. flokk. Tá verður farið á Meginskúlan. Í løtuni eru tey 3 børn í skúlanum. Komandi ár verða tey 5 í tali, teirra millum yngsta dóttirin hjá Sunnevu g Kjartani, Trina.
........................
Velja javnaðarflokkin
Dalur er ein av sterku javnaðarbygdunum í landinum. Hiðani er eisini fyrrverandi tingmaðurin Jógvan Adolf Johannessen. Kjartan og Sunneva síggja fram til komandi løgtingsval. Tey hava ongan hug at dylja, hvar tey standa politiskt. Bæði stuðla tey Javnaðarflokkin. Og hava gjørt tað altíð. Tey siga við ein munn, at nú er tíðin komin til vaktarskifti í Tinganesi. Hvørgin teirra dámar ógvusliga fullveldisrákið hjá Tjóðveldisflokkinum, tó at tey bæði ganga inn fyri, at mann skal klára seg sjálvan, so langt tað ber til.

Kjartan: - Sjálvandi er tú ikki altíð samdur við tann flokk, sum tú velur. Tað vil so verða. Men eg haldi, at flokkurin hevur tær frægastu loysnirnar, tá avtornar. Mær dámar uppskotið til sjálvstýrislóg, tí tað miðjar frameftir, men stig fyri stig. Kjartan er avgjørdur, tá ið tosið kemur inn á hetta valskeiðið: - Eg haldi teir hava skatt okkum samfelagið. Vit verða bombað aftur í tíðina, nú teir eisini fóru avstað við stórum parti av blokkinum. Hatta var alt ov ógvusligt. Var tað við skili, so var tað nakað annað. Kjartan heldur, at tann dagin, vit eru før fyri at standa á egnum beinum, so skulu vit tað. Hann kennir seg tó mest tryggan við at vera innan fyri ríkisfelagsskapin.


Trívist á fiskavirki
........
- Tað er av fínasta slag at arbeiða á flakavirki. Tú nýtist ikki at keða teg. Har eru mong góð fólk at vera saman við. So eg kann bara siga gott um mítt arbeiðspláss og fólkini, har eru.

Sunneva viðgongur, at tað hevði staðið illa til í oynni vóru ikki fleiri fiskavirki. Tey eiga lívið í oynni.
Men aftur til heimbygdina. Sunneva heldur, at Dalur er eitt gott stað at búgva hjá ungari familju, Tað, sum tosað verður um, og sum eisini er hennara hjartamál er bergholið. Vandamikið er at koyra hvønn morgun. Alla tíðina livir mann við ampanum, um nú børnini koma væl í skúla og heim aftur. Sunneva er annars sera fegin um, at leiðslan á Meginskúlanum skilur teirra støðu og er so ófør at avlýsa skúlagongdina, tá ið veðrið er keðiligt. Tá kennir mann seg nógv tryggari. (greinin er stytt)

No comments:

Post a Comment