Vitus helt føðingardag fríggjakvøldið. Fitt av fólki kom á gátt. Bæði stór og smá, myndir liggja í savninum "Vitus 70"
VITUS SJÚTI 2009
Lag: Sára
Vitus eitur svágur mín, hann fyllir sjúti ár,
Tann dagin tá eg hitti hann , eg minnist sum í gjár,
Í Putlhúsi var lætt at finna sær ein gamlan drong,
Tí tríggir vóru inni har, mann kundi fáa fong.
O Vitus, ja Vitus
ja svágur mín hann fyllir sjúti ár.
Sum seyðamaður plagdi hann at halda gamlan sið,
Á fjøllunum, í bakkanum við hundi tætt við lið,
So klænur, lættur rann hann tá og veiddi manga ær,
Og seinni tá ið flettast skuldi, Vitus fremstur var.
Og fárini tey passar hann so væl sum nøkur børn,
Í skúrinum hann vitjar tey í bæði logn og ódn.
Um várarnar hann gleðist við at síggja ær og lomb,
Um heystarnar, man Turið vaska manga góða vomb.
Á sjónum sum so mangur Vitus dvaldist mandómsár,
At baksast runt í Norðurhøvum summar, heyst og vár.
Til Íslands strond so leiðin gekk í Rivi havsins gjálv,
Og Dóra gamla borðreiddi og bjóðaði teim kálv.
Hann hevur ymsar gávur, sum vit lítið síggja til,
At spæla orgul dugir hann og syngja bert hann vil,
Um summarið tú sært hann vála runt við málikust,
So pyntar hann á Bakkanum, og verjir móti rust.
Var reiðiliga tilkomin, tá konufólk hann fann,
Men kanska er tað rættari at siga, hon fann hann,
Men tey bæði tey hava nú í sekstan ár køvt æl,
Á Bakkanum vit mangan hava sitið - og tað væl.
Og diddurnar hjá gubbanum tær senda heilsan heim,
So mangan hevur Vitus gubbin blíður nanað teim,
Hann ognaðist ei børn, men hevur abbabørn so mong,
tey vita, at í Dali fær mann altíð kjøt og song.
Bergljót

No comments:
Post a Comment