Groth er sonur Demmus Nolsøe úr Dali, sum var uppvaksin á Trøðum á Sandi, og Onnu, fødd Johannesen, eisini úr Dali. Groth er giftur Fridu, ættað úr Elduvík og saman eiga tey fimm døtrur og átta abba- og ommubørn. Groth er útlærdur timburmaður í 1960 og fekk hann dugnaskapsprógv fyri sveinastykki sítt. Groth hevur síðani arbeitt sum sjálvstøðugur og er enn sera virkin maður. Sandoyarportalurin heilsaði Groth við hesum vøkru orðum: "Fyri okkum sum koma aftaná er Groth ein varði á leiðini. Hegni hansara hevur gjørt at nógvir varðar standa eftir hann".
No comments:
Post a Comment