plagi at siga alt uttan úthurðar og vindeygu. Eg havi útgerðina til tað, men fáist ikki við hetta, tí tú skal vera vanur við slíkt arbeiði, serliga við tí veðurlagnum, vit hava í Føroyum, sigur Bødvar Poulsen. Kreppa, ja, men... Hann sigur, at tað ongantíð hevur skortað við arbeiði. - Tað hevur verið ovmikið. Eg havi verið noyddur at velja frá. Nú er tað kanska minkað eitt sindur, men eg havi framvegis nóg mikið at gera. Vit eru tveir mans. Eg hevði ein lærling, sum bleiv útlærdur, so nú havi eg ein annan, ið hevur verið her í tvey ár, og tað skal ikki so ógvuliga nógv til, fyri at halda tveimum monnum í arbeiði, sigur Bødvar Poulsen. Meginparturin av framleiðsluni hjá Snikkarakjallaranum, sum virkið hjá Bødvar Poulsen eitur, er eftir bílegging. - Eg havi gjørt nokk so fitt av standardtrappum, men fyri tað mesta er tað eftir bílegging. Havi kortini gjørt trappurnar til randarhúsini, sum S.H. Smíð hevur gjørt tey nógvu seinastu árini, og eisini til F. R. Vestergaard og Guttesen & Staksberg, so eg havi gjørt rættiliga nógvar standardtrappur. Eisini til Valbjørn og Búsetur, men eg havi ongar tílíkar bíleggingar í løtuni, sigur Bødvar Poulsen. Fólk bíleggja trappur frá Snikkarakjallaranum kring alt landið. - Flestu bíleggingar koma úr Havn, men annars havi eg kundar rættiliga fast vesturi í Vágum og í Klaksvík. Í Eysturoynni eru tvey snikkaravirkir, eitt í Runavík og eitt í Fuglafirði, men har eru so nakrar einkultar bíleggingar eisini. Og so er tað her á Sandoynni, her eru altíð nakrar bíleggingar um árið, sigur Bødvar Poulsen. Hann heldur ikki, at kappingin er so stór í Føroyum um trappurnar. Tað eru bert eini trý-fýra onnur virkir, sum fáast við trappur, umframt at nakað av kapping er úr Danmark. Alt prátið um kreppu er nakað, sum Bødvar Poulsen sum so kann kenna aftur. - Tað merkist. Telefonin ringir ikki so ofta, sum hon plagdi, men eg fái framvegis nógvar fyrispurningar, og eg havi eisini nóg mikið niðurfyri. Fólk eru ikki so ótolin longur. Tá tey spyrja og fáa at vita, hvør bíðitíðin er, so eru tey nøgd við tað. So hava tey tað skotbráið longri, áðrenn tey skulu brúka pengarnar. Fólk eru meiri varin og ikki so átrokandi, sigur Bødvar Poulsen. Tá talan er um bíleggingar, er eisini talan um eina ávísa bíðitíð. - Tað kann vera alt frá einum til tríggjar mánaðir, alt eftir, hvat slag av trappu, talan er um. Onkuntíð kann tað bera til at kroysta okkurt inn ímillum, men sum regul er talan um eina ávísa bíðitíð, sigur Bødvar Poulsen.
Samlar og setur upp
Nógv tann størsti parturin, sum Snikkarakjallarin letur úr hondum, er til vanlig sethús. - Ja, tað er nógv tann størsti parturin. Eg havi latið trappur til onkrar skrivstovubygningar, men aftur her er tað soleiðis, at virkir fyri tað allarmesta brúka stáltrappur ella betongtrappur av trygdarkrøvum og so víðari. So tað er fyri tað mesta til vanlig sethús, at eg lati trappur, sigur Bødvar Poulsen. Fólk velja ofta standard við til trappurnar, men í løtuni er eik sera væl umtókt, sjálvt um tað er dýrur viður. - Fyri tað mesta geri eg trappur úr furu, men í løtuni er eik eisini ógvuliga væl umtókt. Og sjálvt um tað er dýrur viður, fekk eg tveir plattar av eik sendandi suður í síðstu viku, og skal tú hava eikitrin í trappuni, kostar hon beinanvegin 15.000 krónur eyka. Men tað er móti nú, og út við onnur hvør trappa, sum eg geri í løtuni, hevur eikitrin, sigur Bødvar Poulsen. Hann sigur, at fólk hugsa seg betur um nú. Og um ein trappa í einum húsum, sum kosta tvær milliónir, kostar 30.000 ella 50.000 krónur, er ikki týðandi í teirri samlaðu upphæddini. - Men tá hevur tú eina trappu, sum heldur alt lívið, ístaðin fyri at tú keypir eina bíligari trappu, og skiftir hana út um 20 ár. So alt fleiri velja at taka tað dýraru trappuna beinanvegin, sigur Bødvar Poulsen. Arbeiðið hjá Bødvari Poulsen er ikki liðugt, tá trappan er liðug. Tað hoyrir við til arbeiðið, at seta hana upp eisini. - Tað, kann man siga, er størsti munurin á, tá fólk bíleggja eina trappu úr Danmark og frá mær. Tá tey bíleggja eina trappu úr Danmark, mugu tey sjálvi samla hana og seta hana upp, meðan tá tey bíleggja frá mær, fari eg út og seti trappuna upp eisini, og tað er líkamikið, um tað er á Viðareiði ella í Bø. Eg havi eisini verið í bæði Svínoy og Mykinesi og tikið mát, gjørt trappurnar og sett tær upp. Tað er munurin millum útlendskar trappur og okkara, sigur Bødvar Poulsen. Hann sigur, at um hann bara skuldi gjørt trappuna og so annars bara tveitt hana á ein platt, tá hon var liðug, so er hann avgjørt kappingarførur í prísi við útlendsku trappurnar. Men tá er arbeiðið í hansara verð heldur ikki meiri enn hálvliðugt.
Dalstunnil størri týdning
Tá tú tosar við fólk á Sandoynni, og ikki minst við vinnulívsfólk, slepst ikki undan at koma inn á spurningin um fast samband undir Skopunarfjørð. - Sjálvandi er tað ein forðing, ikki at hava ein undirsjóvartunnil, sjálvt um vit hava rættiliga gott samband við Teistanum. Ikki tí, tað kundu verið nakrir túrar aftrat, tí hann er rættiliga ofta fullur. Sum til dømis í dag skal eg til Havnar klokkan 12.30, og eg má fara herfrá ikki seinni enn 11.30, fyri at vera vísur í at sleppa við, sigur Bødvar Poulsen. Hann sigur, at tað er so nógv stór og tung ferðsla, og tá fleiri trailarar skulu við, má man vera í góðari tíð fyri at sleppa við. - Men hinvegin. Liggur tað væl fyri, tekur tað neyvt ein tíma úr túninum hjá mær í Dali í túni hjá Balslev, longri er tað ikki, sigur Bødvar Poulsen. Tá tú ert tengdur at einari ferju, so er tú í ein ávísan mun bundin, men tað er nakað, ein venur seg við, heldur havnarmaðurin í Dali. Men hann hevur kortini góðar vónir um framtíðina. - Jú, eg síggi ljóst upp á hana. Eg havi júst útbygt mær fjósið, so eg ætli mær at verða verandi her. Trupulleikar við Teistanum kunnu verða tað, teir eru, men størsti trupulleikin hjá mær er, tá Dalsvegurin fer. Ikki um hann fer, men tá hann fer. Nú hendi eitt óhapp á Viðareiðisvegnum, har ein bilur fekk grót á seg. Teir siga, at tað loypur har tríggjar ferðir um vikuna, her á Dalsvegnum loypur tað tríggjar ferðir um dagin, sigur Bødvar Poulsen. Hann sigur, at tað er í ikki færri enn trimum støðum, at vegurin stendur at loypa, og tann dagin hann er farin, hevur hann ein veruligan trupulleika. - Tað verður trupult at fáa køkar og trappur bornar um fjallið. Eg síggi ljóst upp á at verða her, men eg vóni veruliga, at vit koma við í raðfestingina at fáa tunnilin, tí uttan hann sær ikki serliga ljóst út, sigur Bødvar Poulsen. So fyri dalbingar hevur tað minst líka stóran týdning at fáa ein tunnil til Dals, sum tað er at fáa ein undirsjóvartunnil í Sandoynna. - Í prinsippinum, ja. Nú er tað sjálvandi ein størri partur, eini 1500 fólk, sum raðfesta ein undirsjóvartunnil, og tað gera vit eisini, men okkara persónliga týdningarmesta mál, er ein Dalstunnil, sigur Bødvar Poulsen. Hann sigur, at fólk snøgt sagt ikki tora at koyra til Dals. - Vit skipa fyri bingospæli og eydnuhjóli, men tað koma tveir-tríggir bilar. Fólk tora ikki at koyra eftir Dalsvegnum, ikki tí tey eru bangin fyri at koyra útav, tí har er góð bilverja, men tað er grótið, ið rapar oman á vegin, sum tey ræðast, sigur Bødvar Poulsen, sum undirstrikar, at ein Dalstunnil er avgerandi fyri livilíkindini í bygdini frameftir.
No comments:
Post a Comment