Fór suður hósdag seinnapart, koyrilíkindi vóru av tí allarringasta. Ein gravkúgv koyrdi frammanfyri, so tað var fínt, men í Sandslíoð, nú blinkar hann til vika at lata meg fara framvið….hvat ið ikki hevði verið fyrr , tað bleiv tá. Himmal og jørð í einum roki, eg hevði ikki samling til at taka myndir, tíverri. Men sjálvandi sást veðurin millum hvirlurnar. Í Putlhúsi var heitt og hugnaligt. Fríggjadagin fór eg ein túr noð gjøgnum bygdina, eg var inni hjá Elsebeth og fekk mær kaffi, men pínasta tá ið eg fór heimaftur datt eg so barlong, so í løtuni er vinstra knæ púra óbrúkiligt. Helga og børnini vóru úti í dag, og fuglar nir í Toftagarðinum vóru glaðir at fáa molar og feitt.
No comments:
Post a Comment