Monday, November 21, 2011

Tillukku Annfinn!!

030
Í dag fyllir Annfinn Johannessen í Dali 65 ár. Annfinn er ein av samfelagsstuðlunum í Dali. Hann hevur verið hjá Landsverki í eitt mannaminni, og tað er honum at takka, at vit fáa koyrt til Dals, serliga um veturin , men eisini um várið tá ið toyar. Tað er kortini ikki altíð, tað gongur, sum ein ynskir innast inni: eina ferð var eg á veg til Dals í ringasta veðri, tað var stormur og kavarok og jarðrok og alt rok, sum tú kanst ímynda tær. Eg bara skrímdi okkurt út ígjøgnum rútin, so nú skrími eg okkurt gult! Takk og lov, hatta er ein gravkúgv, og so var tað var Annfinn! Eg, í míni bláoygdu fátrúgv, helt, at nú var eg bjargað, tí eg hevði hoyrt, at onkuntíð hjálptu teir strandaðum bilum við at koyra frammanfyri til bygdar. Men hvat galt?  Annfinn heilsaði og fór sín vey! Veðrið var alt ov ringt til at royna at fara út og rópa hann ann! Men eg kom fram við neyð og deyð.
Annfinn er deknur í Dals kirkju, framúr kvøðari og góður, skemtingarsamur vertskapsmaður. Og av egnum royndum kann eg siga, at hann er eitt hjartagott menniskja, sum eigur eitt uggarans orð, tá ið tørvar.
Dalsíðan ynskir Annfinni hjartaliga tillukku og ein góðan føðingardag, hvar ið hann  enn hevur krógvað seg.
Dalur 115

No comments:

Post a Comment