Tuesday, November 15, 2011

Nýggjur sangur frá Jónleifi

Á niðastu rók

Týsdag, 15 November 2011 09:04 Jónleif Johannesen

E-mailPrintPDF


Á niðastu rók
Lag: Jens Vejmand
1.
Flatskatt og stættarmunur,
tey siga vera gott,
so kunnu øll tey ríku
sita væl gødd um sátt.
Tá kunnu tey os ana
av ríkamannaborð,
vit onnur skulu takka,
for Lasarusa kor.
2.
Vit skulu øll til verka
Tad bæði nátt og dag,
tey ríku fingu pengar,
upp prísur fleyg avstað.
Við niðurboygdum ryggi,
eg gangið sum eitt ræ,
tey siga fyri knossið,
vit skulu vera glað.
3.
Nú húsini og matur,
alt fer at kosta meir,
tí pengarnir í Føroyum,
teir eru vorðnir fleir.
Men ikki hesir leita
í slitna lumma mín,
í marglætisrúsinum
sæst ríkamannatrín.
4.
Eg vanur var at gleðast
til míni ellisár,
ei longur eg kann frøðast ,
bert fella armóðstár.
Tí mínar elliskrónur
nú brúkast skulu til,
tey ríku, sum sær keypa
væl størri hús og bil.
5.
Undir hesum korunum,
vit verða sár og mødd,
og trygdarneti Føroya
fær størri meskastødd.
Privatirstovnar dyrgja
har yvirskotið er,
Vit ikki verða lofta,
hin ríki borin fer.
6.
Hetta er lagnustøðan,
hvar kann eg venda mær?
Á niðastu rókunum
ei longur nakar lær
Mín vón er at vit fylkjast,
raskar kvinnur rættir menn,
og Føroyalandi bjarga
saman einaferð enn.

No comments:

Post a Comment