Tuesday, November 13, 2012
Vangamyndin henda mánaðin – Borghild
Borghild Súsanna Ellefsen ella Borghild í Oyragarði (uppkallað eftir abbanum og ommuni í Stórhúsi) er fødd Mikkjalsmessuaftan 1947, árið tá tann tiltikni stórkavin lá langt út á várið. Hon er dóttir Jógvan Joensen úr Skopun og Linu f. Johannesen úr Dali, er elst av 5 systrum (2 doyðu sum nýføðingar). Borghild búði fyrstu árini í Skopun, har foreldrini høvdu sett búgv, fyrst inni hjá abbanum og ommuni. Um heystið 1950 fluttu tey í nýbygdu húsini uppi á Selatrað í Skopun.
Søgan um, hvussu familjan kom í Oyragarð at búgva er soleiðis: Eliesar og Anna Maria (sum var mammusystur Linu) høvdu bygt hesi húsini í Oyragarði á grundina, har tey fyrstu Oyragarðshúsini stóðu. Tey áttu 3 børn. Næstelsti sonurin og dótturin doyðu áðrenn tey vóru tilkomin, og tann elsti sonurin doyði av vanlukku, tá hann var í 20 ára gamal. Aftaná hetta gjørdist Anna Maria heilsuveik og doyði tá hon var um 60 ára aldur.
Á jólum 1951 fór familjan úr Skopun til Dals at halda jól í Stórhúsi. Meðan tey vóru har, orðaði Eliesar við Jógvan og Linu, at um tey komu til hansara at búgva og vildu síggja honum til góðar, tað hann hevði eftir at liva, so skuldu tey fáa alt hann átti. Jógvan var ovurfegin um hetta tilboðið, men tað var Lina ikki, hon vildi treyðugt flyta úr sínum nýggju húsum. Men hon gav seg,og familjan flutti til Dals 12. januar 1952, so tað varð borið skjótt at. Borghild var heldur ikki glað at flyta, hon hevði sínar spælivinir og ommuna í Skopun, sum henni longdist illa eftir. Kom inn í Oyragarð, har tveir fremmandir menn búðu - Eliesar og gamli Jógvan (svágur Eliesar), sum hon als ikki kendi. Borghild fór ongantíð at kallað Eliesar abba, men tað gjørdu hinar báðar systrarnar, tí tær mintust ikki nakað annað.
Flytigóðsið var ikki tað stóra, men kúnna Reyðu og tíkina Blakku høvdu tey við sær til Dals. Borghild minnist, at Janus Undir Leitinum bar hana í leypi úr Húsavík til Dals tann dagin, tey fluttu med alla.
Børnini, sum Borghild spældi við ta fyrstu tíðina, vóru Anfinn og Jóanes á Toft, sum búðu í grannalagnum, har hon hevði búð, tá tey ferðaðust til Dals.
Kristina í Toppi plagdi at fáa tey trý inn til sín, so dansaði hon við teimum á køksgólvinum og treiv í onkra danska vísu – hetta dámdi bæði henni og børnunum sera væl.
Ikki altíð var so gott pláss ella góð tíð til børnini, tá var einki sum æt ”kvalitetstíð” . Leiku vóru ikki onnur, enn tey tú fann ella gjørdi tær sjálv. Horn, lundaføtur, grindageislar, aluminiumskúlur o.a.t. Borghild var ófør at leita í ánni og finna mangt og hvat. Einaferð fann hon eina hornskeið í ánni, men tá Eyðun Winther kom framvið og sá skeiðina, spurdi hann, um hann ikki kundi fáa hana, og hvat svarar eitt barn einum vaksum, tá soleiðis er!! Hann fekk skeiðina. Hvørja ferð hann sá Borghild aftur, nevndi hann skeiðina, hvussu glaður hann var fyri hana, og at hon hevði fingið heiðurspláss heima hjá honum.
Borghild elskaði at byggja hyttur, teknikkurin var at stinga fjalir inn í grótveggin og so breiða posar og okkurt annað útyvir. Foreldrunum dámdu lítið, tá klípurnar vórðu tiknar úr grótvegginum, og eingir posar vóru at finna, tá brúk var fyri teimum. Men so fekk hon Eliesar at rigga eina hyttu til, har sum fjósið stendur í dag. Eliesar setti navn á hyttuna og kallaði hana Siggustovu. Hon var tikin burtur, tá fjósið varð bygt.
Eliesar hevði verkstað í Gamla Oyragarði, og har plagdi Borghild at smíða sær vektir o.a., tá hon spældi handil.
Inni bar ikki væl til at spæla, í køkinum varð spunnið, karðað og bundið, so ofta var at hoyra: ”kom ikki at snælduni, lat karðarnar fáa frið – far heldur og ger okkurt til nyttu o.s.fr.” Hini rúmini í húsinum vóru køld. Borghild og systrarnar fingur harða venjing, tað skuldi arbeiðast - eplir, torv, hoyggja, rakstur, rudda, reinsa høsnarhúsið, reka neytini út og inn og bera drekka tá pápin arbeiddi í vegnum millum Húsavík og Dal.
Av og á sluppu systrarnar at ferðast til ommuna í Skopun. Tá var farið upp tíðliga - til gongu til Húsavíkar og so við bussinum til Skopunar. Tilhaldið í Húsavík var antin hjá Margit og Tummas Jacob á Bø ella hjá Sillu og Janus undir Leitinum. Tá tey komu til Skopunar, var tað lukkan at hitta systkinabørnini og ommuna aftur. Omman gjørdi bróstsukur at selja, og Borghild slapp at mýkja tey á einum stórum seymi í køkinum og síðani klippa tey sundur. Systrarnar fingu altíð bróstsukur við sær aftur til Dals.
Systrarnar vóru í rotuskóm niður í gummiskógvar og føroyskum sokkum, tað var ikki tað, tey brúktu í Skopun tá, so tær kendu seg eitt sindur avpartaðar (gamaldags klæddar).
Ull var søluvøra, og tá systrarnar vóru i haganum, leitaðu tær eftir lesull, sum tær so seldu til Gunnar Stokholm saman við aðrari ull, tær fingu fyri at gera nyttu, so kundu tær fáa klæði í úrval, og soleiðis fingu tær nýggjan frakka ella jakka.
7 ára gomul fór Borghild í skúla, lærari var Malvina Clementsen, hon var strong, og hennara myndugleiki rakk út um skúlans veggir. Hon búði á Prangsjørð - beint við skúlan og skúlatúnið, har børnini spældu, so hon eygleiddi eisini børnini eftir skúlatíð, um tey t.d. spældu úti seint og ikki høvdu gjørt skúlating. Hon syrgdi fyri, at fáa plastikk límað á niðastu rútirnar í skúlanum, teir sum vendu út ímóti skúlatúninum, so børnini ikki skuldu síggja út á skúlatúnið, har kýrnar vóru leiddar, tá tær vóru til tarvs. Tað máttu skúlabørnini ikki síggja – tey vistu heldur einki um fakið lívfrøði tá. Lærarinnan var 2 vikur í Dali og so eina á Skarvanesi, og meðan hon var á Skarvanesi fingu børnini nógv heimaarbeiði, til hon kom aftur. Malvina stílaði fyri at fáa kirkju í Dali, sum kom í 1957, og leygardagar í skúlanum hevði hon børnini uppi við orgli at syngja sálmarnar, sum skuldu vera í kirkjuni dagin eftir. Tað vóru alt danskir sálmar. Malvina var organistur í kirkjuni.
Borghild fekk nýggja skúlatasku, tá hon fór í skúla – eina brúna leðurmappu við lásum, men hana hevði hon ikki leingi, tí mammubeiggin Jens Ludvík, sum sat í kommununi bað selja sær taskuna til kommunutasku, og Borghild gjørdi ikki vandari enn hon seldi honum taskuna fyri 10 kr.
Borghild fór í skúla við svartari talvu, har griffil og njarðarvøttur vóru bundnir í við einum seglgarnsstubba. Njarðarvøttur lá eisini uppi við ta stóru svørtu talvuna í skúlanum til at vaska hana við.
Tað fyrsta hon skuldi gera í skúlanum var at skriva 1 tøl. Hon dugdi at skriva tey sum eina striku, men nú skuldu tey hava nev, og Malvina segði soleiðis: ”tú fer óvilkárliga uppeftir og so óvilkárliga niðureftir”. Hetta var sera torført at fáa rætt, kanska hon ikki skilti orðið óvilkárliga. Hetta orðið brúkti lærarinnan eisini altíð, tá børnini skrivaðu fagurskrift.
Tá veðrið var gott, spældu børnini úti á skúlatúninum í fríkorterinum - kolladyst, lakkaðu paradís, loftaðu, gittu skipanøvn o.m.a. Tá veðrið var ringt troðkaðust tey inni í tí lítla ganginum og hálaðu hvør annan upp og niður gjøgnum tey fáu trapputrinini. Børnini fóru heim at eta morgunmat, og tá kókaði lærarinnan sær havragreyt í skúlanum. Hon hevði eina lítla grøna ”bessu”, sum stóð í vindeyganum at kóka á.
Roknibókin, ið varð brúkt øll 7 árini, var N.Andersen, hon varð roknað fleiri ferðir frá byrjan til enda. Hinar lærugreinarnar vóru: Føroyskt, danskt, føroyingasøga, danmarkarsøga, kirkjusøga, katekismus, bíbilsøga, sangur – nógv skuldi dugast uttanat. Sungið varð nógv, bæði í Føroya fólks og í heimamissións-sangbókini. Minnist serliga sangin úr Føroya Fólk – Lýð á ljóði… Av og á varð eisini lisið í donskum bókum við gotiskari skrift.
Tað vóru 8 borð (4 hvørjumegin) í skúlanum og sum oftast sótu 2 við hvørt borðið. Tað æt elsti klassi og yngsti klassi, tey sum gingu í yngsta klassa komu eitt sindur seinni um dagin í skúla, men vóru so ein part av degnum saman við teimum í elsta klassa.
Tey 7 árini Borghild gekk í skúla var eingin útferð við skúlanum, onkuntíð fór lærarinnan við børnunum út í støð at sita niðri í fjøruni og telgja tang, og so eta hann. Um summarið bað hon onkuntíð skúlabørnini koma og hjálpa til at hoyggja á Garðadeild, sum fostursonur hennara átti.
Skúlabørnini sum Borghild hevur gingið í skúla saman við í Dali:
Úr Gørðunum: Óluva, Kaj og Sverri. Av Prangsjørð: Hansa, Sjúrður, Sannilena og Óla Jákup. Úr Rununi: Hildibjørg. Úr Klæmintstovu: Kristina. Av Bræðnum: Mary. Úr Oyragarði: Borghild og Katrina. Úr Niðara Toppi: Jógvan. Av Hvanngarðinum: Kjarta, Anfinn, og Wilhelm. Úr Stórhúsi: Jóanes. Av Toft: Jóanes. So vóru onkuntíð onnur børn í skúla í Dali í styttri tíðarskeið.
Áðrenn kirkjan kom, var lestur lisin í skúlanum hvønn sunnudag og so hevði lærarinnan eisini sunnudagsskúla, seinni hevði Frida sunnudagsskúla í Putlhúsi,og har minnist Borghild m.a. Fridu lesa søguna um ”Onkel Toms hytte”. Tá lærarinnan var flutt inn á Gerð at búgva, gingu genturnar inn har um kvøldarnar at læra at brodera.
Tað var eingin føroyskur dansur í Dali, tá Borghild vaks upp.
Á jólum var jólatræ í skúlanum, og tað var eisini einasta jólatræið í bygdini. Tað varð dansað um jólatræið 2. jólakvøld, og um onkur av teimum ungu tá ætlaði sær av bygdini í dans, so fall tað ikki í góða jørð hjá lærarinnuni, men tað vóru ikki øll í løgdu nakað í tað.
So var tað sunnudagsskúlafestin, sum var eina ferð um árið. Tá skuldu øll møta upp í skúlanum við koppi, skál og skeið. Køkum og drekka syrgdi lærarinnan fyri. Har var sungið, søgur vórðu lisnar og peningurin, sum var komin í sunnudagsskúlabússuna skuldi teljast upp. Tað plagdi Sofus at gera. Áðrenn hann fór at telja pengarnar, skuldu børnini gita, hvussu nógv var í bússuni. Tann ið gitti rættast, fekk eina gávu, sum oftast eina bók. Eitt árið gitti Borghild og fekk bókina um Jósef.
Onkuntíð plagdi Frelsens Hær at koma til Dals at hava møti. Barnamøti var um dagin í skúlanum. Teir plagdu at steðga í einar tveir dagar og gistu í bygdini. Tað vóru oftast norðmenn, og teir høvdu gittar og harmoniku við sær. Sangurin rungaði betri tá, enn tað børnini vóru von við, og har lærdi Borghild sangir, sum hon enn dugir uttanat. T.d. Zakeus var en liten mann, en bitte bitte liten mann… Teir lærdu eisini børnini at gera tekn til sangin, og tað var spennandi.
Putlhús og Oyragarður hildu Familie Journal í felag. Tá tey so komu saman, prátaðu tey um tað, tey høvdu lisið. Eliesar átti eitt talv, so hann lærdi systrarnar at telva, tá Borghild so onkuntíð vann hann í talvi, varð hann ikki blíður. Tá hann ivaðist í einum leiki, segði hann: ”la gå den flix” tá hann so endiliga flutti.
Um summarið plagdu tey ofta at dyrgja eftir seiði á Víkini. Einaferð vóru systrarnar og dyrgdu við pápa sínum og Hans Mariusi. Knappliga høvdu tey róð seg á ein flúr, onkur rópti á einum øðrum báti um at sleppa sær burtur hagani. Tað kundi verið endað galið. Eina aðra ferð fóru Katrina og Borghild við pápa sínum í Koltursbátinum til Húsavíkar eftir sandi, men tað var brim í Longuvík – lendingini í Húsavík. Onkur sá henda bátin koma, og sóu at tað var ikki vandaleyst, so menn fóru oman á lendingina. Eitt óløgi tók bátin inn og húsvíkingar tóku ímóti. Katrina vildi ikki aftur í bátin til Dals, so hon fylgdist dagin eftir við postmanninum til Dals. Hanus hjá Sillu kom við Borghild og pápa hennara aftur til Dals. Hesin Koltursbáturin var ein, sum Niclas í Koltri hevði smíðað til sín sjálvs og seinni selt hann til Skopunar, síðani kom hann til Dals, og umvegis aðrar eigarar er hann nú farin aftur út í Koltur á fornminnissavn.
Tað vóru tveir handlar í Dali, tá Borghild var barn, annar úti á Bakka og hin í Klæmintstovu. Ritan kom á Dal annanhvønn fríggjadag við farmi og so fór bátur út at føra farmin til og frá. Tað var spennandi hjá børnunum at síggja livandi dýr verða fraktað, tí ross og neyt skuldu svimja út til Rituna bundin til bátin.
Børnini hjálptu til at draga bát, leggja lunnar o.a.t. (spell er, at spælið at draga bátar við, ikki er til sum eitt fornminni í Dali).
Radio var í Oyragarði, tað stóð í kamaranum hjá Eliesari, og var bara brúkt til at lurta eftir norðmanninum – serliga veðurtíðindunum, so nakað av teirri ramsunu situr enn fast í minninum. Hardangavidda vest og Ryfylke Heiane ……..
Tá so Útvarpið kom í 1957, lurtaðu tey eftir tí, og onnur gomul fólk í bygdini gingu eisini inn at lurta, men so títt og knapt tíðindini vóru liðug, varð sløkt. Um tónleikur onkuntíð var, og tað stóð frá, so søgdu tey gomlu: ”sløkk hatta mjarrið”. Børnini fingu ikki loyvi at bestemma.
Hesi gomlu fólkini høvdu kortini nakað at geva frá sær, sum Borghild tók til sín sum førning víðari í lívinum.
Á heysti 1961 var Borghild 14 ár og fór úr skúlanum. Nú skuldi hon til Sands í 14 dagar at ganga at lesa. Konfirmantarnir vóru 24 í tali úr øllum bygdunum í Sandoynni uttan Skarvanesi og ein úr Skúvoy. Borghild og Jóanes á Toft vóru úr Dali. Hetta vóru tey fyrstu í Sandoynni, ið vórðu konfirmerað við føroyskari sálmabók. Hesar 14 dagarnir á Sandi helt Borghild tá vera besta tíðin í lívinum, tað var bara so stuttligt at spæla úti um kvøldarnar niðri á Høgnamørk. Borghild var so heppin at búgva saman við systkinabarninum úr Skopun, sum hon hevði spælt við so langt hon kundi minnast.
Nú var hon so konfirmerað - hvat so! Tað kom ikki upp á tal at fara aftur í skúlan. Ikki liggja í songini og lesa út á kvøldið, so varð ljósið sløkt. Ikki slapp hon at sova leingi á morgni, tí tað var ósunt. Upp at gera okkurt til nyttu. Var onkuntíð niðri í Putlhúsi og ruddaði fyri Fridu, bant vøttir at selja, og Greta í Flyttuni bað hana binda hosur til sonin fyri seg.
So ein dagin í hoyna 1962 kom bræv frá Viggo Dalsgaard, har hann spurdi foreldrini um Borghild kundi koma at arbeiða í handlinum á Mølini. Borghild vær fegin um at sleppa burtur, mamman fylgdi henni til Húsavíkar (vegurin var ikki komin til Dals tá), so fór hon við bussinum til Skálavíkar (Valdemar koyrdi - hann var sera skemtiligur maður). Tað var sum at koma í Himmiríki, at koma til Skálavíkar – tað helt hon tá!
Hon var í handlinum á Mølini í sløk 2 ár, gekk eisini við posti hvønn yrkadag, og kom soleiðis at kenna øll fólkini í Skálavík. Viggo lærdi hana at hava tokka til føroyska málið – hann rættaði alt, sum var skeivt. Tað var nakað heilt serligt at arbeiða í handlinum har. Fekk um endan á eini tíð, sum var um at hvørva. Handilin keypti ull og troyggjur og seldi spritt úr stórum dunkum, seym, rútaglas og mangt mangt annað. Øll vøran var í leysari vekt og alt skuldi teljast saman við blíanti og pappíri. Vørur skuldu eisini pakkast og sendast til hinar eysturbygdirnar..
Í 1964 fór Borghild á Háskúlan, nú var aftur nakað nýtt og fremmant – ein góð tíð. Aftaná Háskúlan fór hon at arbeiða sum gongsgenta á Pleygudeildini og leigaði kamar í býnum saman við fleiri øðrum gentum. Hetta var tíðin tá Faroe Boys vóru í velmagtini og spældu til dans í Sjónleikarhúsinum hvørt mikukvøld. Um hetta mundið hitti hon John Ellefsen úr Miðvági, sum arbeiddi sum bilsmiðjur hjá Wenzel Petersen.
Borghild royndi ymisk onnur arbeiði – húspláss, handil og skrivstovu – gekk í Handilskúla um kvøldið og tók prógv sum handilsmedhjálpari í 1967. Hesa tíðina fekk hon nógvar vinir, sum hon hevur samband við enn í dag.
Borghild og John giftust í novembur 1968 og fluttu inn í húsini á Argjum 1. desembur sama ár. Tey eiga 2 børn Jógvan og Guðrið. Jógvan eigur 2 gentur - Báru og Gunnvá og Guðrið eigur 3 dreingir - Beinir, Tór og Sjúrð.
Borghild arbeiddi ikki úti meðan børnini vóru smá, men tá Guðrið fór í skúla, fór Borghild út aftur at arbeiða á skrivstovu hálva tíð. Soleiðis hevur hon arbeitt síðani – nú í Almannaverkinum, har hon hevur verið skrivstovufólk seinastu 23 árini.
Borghild og John hava ferðast nógv við børnunum - bæði meðan tey vóru smá og eisini síðani tey fingu familju. Tey hava verið í hvørjari bygd í Føroyum (eisni áðrenn vegasamband kom) – ofta við tjaldi saman við øðrum familjum. Uttanlands hava tey eisini verið við tjaldi og í summarhúsum ymsastaðni.
Spurd um ítriv nevnir Borghild ættargransking, sum hon hevur fingist við av og á, men nú er størsta ítrivið barnabørnini, Dalur, húsini á Bræðnum, sum tey hava sum summarhús, og annars alt sum hevur við Dal at gera, m.a. hevur hon latið dalssíðuni bæði myndir og tekstir. Og tá ið tú kemur inn á Bræði, sært tú, at siðsøga eisini er eitt ítriv, gamlir lutir og gamalt arbeiðslag hava hennara stóra áhuga.
(Næsta vangamynd verður av Sam í Haskátrøð)
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment