DALS KIRKJA 50 ÁR (eftir Andrass Jacobsen, Haraldsund) Eg vil siga nøkur orð um Dalsbygd. Eina bygd, sum eg havi vitjað nógv, og sum stendur mær sera nær. Tá Dals kirkja tann 18. november aftur varð tikin í brúk eftir stóra umvæling, helt eg, at eg átti at veri við til hátiðarhaldið.Eg fór úr Haraldsundi dagin fyri. At koma um Hamarsenda og síggja niður yvir Dalsbygd er altíð ein serlig løta. At standa har og síggja, hvussu hugnalig bygdin er. Har sær ein ánna, sum rennur so stillan oman gjøgnum dalin. Har sær ein kirkjuna, sum stendur suðuri í bønum. Henda dagin var hon sera vøkur á at líta. Hon er akkurát sett í stand og er blivin eitt satt prýði. Hetta kvøldið, eg kom suður, stóð ein blonk stjørna á himmalinum. Hon stóð har eisini sunnumorgunin, og sá tað út, sum um hon lýsti sítt vælsignilsi yvir hesa bygd.Klokkan 10 sunnumorgunin fór kirkjuklokkan at ringja. Tað var ein stór uppliving at hoyra, hvussu hon ljómaði kring allan dalin. Løtan var sera hugvekjandi, tí ljóðið ekkóaði í fjallinum og fylti dalin.Eg varð ovfarin av at síggja innan í kirkjuni, hvussu snotulig hon var. Hon var ljós og tóktist mær størri. Eg føldi meg væl at sita í einari fullari kirkju henda høgtíðardagin, og vil eg ynskja dalbingum hjartaliga tillukku við kirkjuni og signing yvir hetta handverk, sum øll kunnu vera sera stolt av.
Eg vil at enda siga øllum, sum vara av kirkjuni, hjartaliga tøkk við sálminum, sum Jónleif Johannesen yrkti til dagin.
Sólin roðan sendir,
vísir, Harrans hendur,
skaptu meistarverk.
Alt, hann gjørdi, hvørt eitt pu,
Fjallið, havið, vindsins suð.
Undir fjalsins síðu,
á teim fløtum fríðu,
stendur kirkjan væl.
Bjóðar øllum blídligt inn,
fjálgar okkum sál og sinn.
Kirkjuklokkan ljóðar,
og hon okkum bjóðar:
fylkist um Guds orð.
Komi, komi, stór og smá,
komi, fái krossins náð.
Tá oss tyngja løtur,
slóð á rættar gøtur,
kirkjan vísir á.
Verðin okkum tíðum sveik,
Kirkjan kyndi vónarveik.
Flestu sunnudagar,
kirkjan minnist glaðar-
børn við doypifunt -
.brúðarvígsla, ferming við,
fegnast tá títt kirkjulið.
Okkar´ ynski eru,
Náði Guds tær veri
við um alla tíð.
Má títt vakra bjarta ljós,
vísa øllum rætta kós.
No comments:
Post a Comment