tað er so deiligt á Dali um heystið, tú hittir fólk á vegnum, øll hava okkurt at gera. Eg og Frida Sofía stungu okkum suður ein túr, nú ið hon er heima eina viku. Fyrsta sporið var út á Bakka. Vitus var inni.
Vágamenninir hava flett liðugt fyri fyrst og eru nú klárir at fara eftir tí næsta.
Sámal fer sær ein túr at vita, hvør ið uppi er, og frúan inni á Gerðisveg er farin at vaska tí nýggjasta partinum av familjuni Fordinum. Jón hevur verið súkklutúr og fer nú at finna sær spælivinirnar inni á Gerði.
Vit gingu inn til svimjihylin, heilsaðu uppá gæs og seyð. Ein so herligur sólarfyrrapartur.
Petur Martin var í eplaveltuni. hann læt væl at eplunum í ár.
No comments:
Post a Comment