Kjartan Larsen (f. 1961) er barnvaksin í Dali, foreldrini eru Vilhelmina (úr Skálavík) og Hilmar (úr Dali). Hann vaks upp á Deild, elstur av fimm systkjum. Kjartan er giftur við Sunnevu Elisabeth, tey hava tríggjar døtur og eitt barnabarn, Heidi.
abbadóttirin Heidi við foreldrunum
Tá ið Kjartan var smádrongur var Edith Berg lærari, Dánjal maður hennara (úr Skálavík) plagdi onkuntíð at loysa hana av. Hann var skipsførari og sigldi við Tjaldrinum í fleiri ár. Tórður í Stórhúsi, Marita í Klæmintstovu og Elina Maria í Oyrargarði vóru ímillum skúlabørnini, Sámal Petur í Grund gekk eisini í skúla í Dali eitt skifti, meðan hann búði hjá ommu síni. Edith búði inni á Gerði, onkuntíð fór hon til hús at hvíla seg og læt børnini vera einsamøll eftir, tað var nakað sum í søguni Ein skúladagur í K. Lærarindan plagdi at gera gymnastikk í rúminum aftanfyri skúlastovuna, men tá máttu børnini ikki hyggja. Eina ferð skuldi Sámal Petur fáa sær hol í oyrað, klipsið sat fast í oyranum, og hann bleiv koyrdur til hús við bløðandi oyra.
Kjartan og Elseba túr við pápa sínum
Skúlastríðið í Dali í 1971.
Myndugleikarnir vildu hava skúlan niðurlagdan og børnini til Húsavíkar, tá vóru ca. 10 børn í Dals skúla. Dalbingar settu seg ímóti hesi avgerð, og Sjúrður fekk eingi børn í bussin til Húsavíkar. Arnskov, fulltrúi í skúlamálum hjá ríkisumboðnum kom til Dals á fund, fundurin var í skúlanum og børnini lúrdu uttanfyri, har var grúiligt lív innanfyri, Vitus í Topi langaði nevan í borðið. Bygdin setti hart ímóti hørðum og setti Eyðbjørg Nolsøe sum lærara, seinni bakkaði myndugleikin, og viðurskiftini komu í rætt lag aftur. Eyðun Winther bleiv síðani lærari í Dali. Henda hending varð tikin upp í einum V4 tátti, tá var V4 sendingin send ‘live’. Dalssíðan fer at royna at útvega táttin til eina vangamynd seinni.
Kjartan fór í meginskulan í 6. flokk, ta fyrstu tíðina føldist tað nokso einsligt millum teir stóru dreingirnar, men hann fekk skapt sær virðing millum børnini, so hvørt sum hann vísti í bardaga, hvør lá undir og hvør omaná. Har gekk Kjartan í flokki saman við kendum monnum sum Sunnleifi Rasmussen og Mads A. Winther (Elding manninum). Frítíðina brúkti Kjartan mest í Dali ella í Skálavík, har var gott at ferðast hjá ommuni, har systkinabørn vóru at spæla við, og tey vaksnu høvdu børnini við allastaðni. Í Dali spældi Kjartan mest við Emil og Torfinn Kelduberg, sum búði hjá Groth.
At sleppa at dyrgja var spennandi. Einaferð var Kjartan farin út í støð, tá ið menninir - m.a. Annfinn og Vitus - skuldu fara at dyrgja og bað lova sær við. Teir spurdu, um hann hevði fingið loyvi heimanífrá, ja segði Kjartan. So var leyst og liðugt. Men tað var ikki gott skil heima, har tey gingu og leitaðu eftir dronginum og hugsaðu alt tað ringasta. At enda fór onkur út á tangan og rópti, so hart hann fekk, um Kjartan var við teimum, tá var fleingjan vís!
Dreingirnir plagdu at fanga síl í ánni, so byrgdu teir hyljar og sleptu sílunum í. Høvdu so sílini sum kelidjór, góvu teimum maðkar – eitt slag av alibrúki.
Kjartan fór fyrstu ferð til skips í summarfrítíðini eftir 9. flokk, slapp við Gøtunesi, sum mammubeiggin Tróndur førdi. Tað var ein nótabátur, og teir fiskaðu í Norðsjónum. Fóru niður við flúgvara, so til Aalborg og síðani til Hirtshals, hetta var spennandi hjá tí unga Kjartani. Hann kom aftur sama dag, sum skúlin byrjaði aftaná summarferiuna. Skiparin gav honum tey ráð at fara í skúla og gera seg lidnan, men tað var við ringum tannabiti. Tá tú hevði tjent 56.000 kr. eina summarferiu, var nokso súrt at fara aftur til at vera næmingur. Kjartan keypti ein gittar fyri sína fyrstu løn, hann er til enn á onkrum lofti.
Í 1976 var Kjartan við til at stovna orkestrið Golden Seals ella Kobbarnar, hann var trummusláari, hinir vóru Emil í Klæmintstovu, Eyðstein Sørensen úr Húsavík og Finnbjørn Clementsen úr Húsavík. Orkestrið var til í eini tvey ár og spældi til dans ymsastaðni í oynni, mest í Húsavík.
Í sjeytiárunum var nógv lív í Dali, har var nógv arbeiði at fáa bæði við at rippa húkar og at egna, bæði tilkomin og unglingar fingu arbeiði, gentur og dreingir. Kjartan var uppi í hesum arbeiði, men í góðum kavaveðri var stuttligari at vera úti og skreiða. Kjartan minnist einaferð, børnini vóru og skreiddu á Kirkjujørðini, at Jógvan Adolf kom ovursintur og bað tey koma til arbeiðis í egningarskúrinum.
Áðrenn Kjartan fór til skips á øðrum sinni, arbeiddi hann í nakrar mánaðir við Demussi upp á veg.
Kjartan plagdi onkuntíð at fara í kirkjuna at seta varman frá fyri mammu sína, sum spældi í kirkjuni. Einaferð seint á kvøldi nú situr Kjartan og spælir orgul í kirkjuni, knappliga er eitt rabaldur inni í kirkjuni, tá bleiv hann heitur um oyrini, tá var tað Anna í Malthúsi, sum hevði smekkað tuflutrantin ímóti.
Listin av bátum, sum Kjartan hevur verið við, er langur: Nýggja Gøtunes, eisini nótabátur, eitt summar við Víkarnes (59 tonsari) til Íslands, skipari var William Max. Síðani við Norðborg á lodnuveiðu við Jan Mayen, Eyðstein Dalsgaard var skipari. Seinni við Ísborg, eitt stutt skifti við St. Irene, sum var enskur nótabátur, men tað var so stutt. So fór Kjartan við Magn, og har var hann í trý og eitt hálvt ár. So komu klettarnir Stígaklettur og Hádegisklettur, Jákup á Rógvu úr Vestmanna og Ingolf Weihe av Strondum førdu bátarnar.
1986 fór Kjartan á sjómansskúla og var liðugur sum skipari í 1987. Tá vóru klettarnir seldir. Tá fóru Emil og Kjartan báðir við Skansatanga hjá Aksel Hansen og partrolaðu við Kapilsund úr Nólsoy. Tað gekk fínt, tí hóast teir vóru nýútlærdir, so høvdu teir báðir so nógvar royndir á sjónum.
So komu teir nýggju klettarnir, Stígaklettur í 1988, sum fór at partrola við Fleyr av Ttvøroyri. Emil og Kjartan fóru við Fleyr, tað var stutt, at teir báðir bátarnir vóru saman. Kjartan fekk ein ringan skaða umborð á Fleyr, tá ið pannubeinið knústist av einum veiri.
Í apríl í 1989 fór Kjartan umborð aftur á Skansatanga. Hádegisklettur kom í 1989, og tá fór Kjartan við klettunum til fiskarí í oktober mánað. Emil var skipari og Kjartan stýrimaður á Hádegiskletti, Ólavur í Klæmintstovu var skipari á Stígakletti.
Seinni vóru tríggjar manningar til bátarnar, so teir vóru heima triðja hvønn túr, tá var Julian í Klæmintstovu tann triðji skiparin. Klettarnir vórðu seldir í 1994.
Eysturbúgvin kom í juli 1994 og trolaði saman við Vesturbúgvanum, sum vestmenningar áttu. Eisini her skiftust menninir at halda frítúr. Kjartan var við Eysturbúgvanum líka til 2005. Tá fór Kjartan at royna at fiska rækjur við Havborg hjá Osmund Justinussen. Við honum var hann í 3 mánaðir sum dekkari, tað var hart at fara aftur á dekkið at arbeiða.
Hóast Kjartan er til tað ungur, hevur hann verið við í torvarbeiði. Hann plagdi at vera við Jens Ludvigi suðuri á Løkjunum, bæði skar og bar burtur...seinni skar pápin onkuntíð torv bara til stuttleikar.
Kjartan og Sunneva Elisabeth giftust í 1991 og fluttu í nýggj hús í Gerðagili í Dali. Børnini eru Vinnie (f.1989), Maria (f. 1993) og Trina (f. í 1995), abbadóttirin eitur Heidi og er fødd 10.10.10.
Í havsneyð á Kappanum
Seinni keyptu teir menninir Fríðborg, eisini eitt rækjuskip, og har bleiv Kjartan stýrimaður umborð, skiparin æt Poul Johan Poulsen. Kjartan fleyg til Íslands og fór umborð 28 des 2006, teir fóru av Havnarfjørðinum 29. og skuldu fara á Grand Bank. Tá ið teir vóru 300 fjórðingar úr Kappanum, fingu teir ein sjógv: allir rútarnir inn á brúnni, og brúgvin fyltist við sjógv. Kjartan var akkurat avloystur og farin niðar at fáa sær eina sigarett, meðan hann situr, kemur skiparin at fáa sær kaffi, hann helt, at hann fór at prøva at sigla, tað var torført, tí tað var so keðiligt veður. Meðan hann fyllir sær , er eitt ræðuligt buldur. Teir lupu upp á brúnna, har fleyt alt í sjógvi, tað gekk striltið at sleppa upp á brúnna. Teir sóu ikki beinanveg, hvat feilti, har var myrkt og nógv sjórok. Tað vóru 4 rútar farnir frammanfyri. Tað, sum bjargaði skiparanum, var, at hann var farin at fáa sær kaffi, tí á brúnni var brettið, sum hekk omanfyri, og sum VHFarin er skrúvaður í, loysnað, og tað hevði borað seg inn ígjøgnum skiparastólin. Men tað sjálvvirkandi neyðarkallið virkaði, tað sum situr á takinum og skal loysna, tað sendi. Havborg var einar 300 fjórðingar burturi, men teir fingu ikki siglt, veðrið var somikið ringt. Seinni fingu teir á Fríðborg riggað stýrið so mikið til við leidningum úr maskinrúminum, at teir fingu stýrt, sigldu so ímóti Havborg. Bátarnir fylgdust síðani eitt samdøgur, fingu tosað við teir á VHF, teir sigldu til Føroyar. Yvir 900 fj. stýrdu teir við hond við hesum fyribils stýripinninum, 9. Januar vóru teir á Runavík. Við Havborg var hin blaðungi Steintór, systursonur Sunnevu Elisabeth og svágurin John.
Meðan Kjartan gekk heima eftir hesa hending fekk hann kjans umborð á Heyki hjá Faroe Origin, Kjartan er nú við Heyki og skiftist at vera skipari við Ásbjørn Kjærbo úr Skopun.
Heitur um skallan
Kjartan hevur fleygað nógv, lærdi tað sum barn í Skálavík, har fleygaðu teir m.a. í urðini í Norðasta haga og í Skálhøvda. Í Dali fleyga teir m.a. í Skorini, yviri í Rætt, í Nónkjálka, har tað var nokso ringt at ganga.
Pápin, Hilmar fleygaði nógv. Einaferð pápin hevði fingið 200 lundar, skuldi Kjartan fara yvir til hann at bera teir upp við honum. Helga, yngsta systirin, kom við, hon var kanska eini 14 ár, hon skuldi steðga í eini støðu uppiá og ikki koma niður við. So fór Kjartan niður til hann og at bera lundarnar upp, so bóru teir lundarnar niðan í støðuna, har Helga sat og bíðaði. So var ein byrða eftir, og Kjartan fór at bera úr støðuni í Skotið longur uppi, meðan pápin fór eftir tí siðsta. Kjartan kemur eftir tí næstu byrðuni, spyr Helgu, um pápin er ikki komin. Nei. Kjartan fer so við næstu byrðuni, og tá ið hann kemur oman aftur, er Hilmar enn ikki komin. Og Kjartan ber eina byrðu fyri og aðra eftir, eingin maður, so fór hann niður í bakkan at hyggja, tá lógu bara lundarnir har, so var Kjartan klárur yvir, at her var ikki rætt. Tað var ein ring støða at vera í, hann mátti fara til hús, fáa bát vesturum at leita, men Helga? Hvat skuldi hann siga við Helgu? Tá Kjartan skal fara uppaftur, tá sær hann, at pápin situr niðanfyri, tá var hann farin niðuraftur at fáa sær meiri, grammur sum hann var...Kjartan var ikki blíður við pápa sín, at hann hevði sett ein slíkan hvøkk í hann, tað skilti Hilmar.
Tað mesta Kjartan hevur fleygað eru 729 lundar ein dag....ta ferðina segði hann við pápa sín, at nú var rekordin sligin, men Hilmar segði, at so skuldi hann havt fleygað tveir afturat. Sunneva Elisabeth sigur, at Kjartan keypti forlovilsisringar fyri lundapengar. Lundi og fjaðrar vóru partar av gerandisdegnum í Gerðagili, genturnar høvdu viðhvørt lundar til dukku og koyrdu teir túr í dukkuvogni.
Tvær ferðir hava Kjartan og Sunneva Elisabeth verið ferðaleiðarar, einaferð í Prag við einum 10. flokki av meginskúlanum og eina ferð á Rhodos. Sunneva Elisabeth heldur, at um tú bara vísir teimum ungu álit, so duga tey at taka ábyrgd.
Tá ið Kjartan er heima, ger hann alt fyrfallandi, sum at røkja urtagrðin, passa seyð hjá verfaðirinum. Ella spular bátin, sum tá ið eg hitti hann leygardagin. Soleiðis sum aldursbýtið í Dali er beint nú, er Kjartan ein av teimum ungu monnunum, og teimum er alltíð brúk fyri í eini bygd.
Vit enda við nøkrum spildurnýggjum myndum. Báturin eitur Brúðar, og Hilmar hevur smíðað, Kjartan fekk bátin frá pápa sínum, stutt áðrenn hann andaðist.
No comments:
Post a Comment