Orð eru sáðkorn, eitt og hvørt orð er eitt sáðkorn. Tað vita góðir rithøvundar, tað visti tann fortíðarforni høvundur, sum skrivaði líknilsið um sáðmannin, sum Jóannes las í Dals kirkju í morgun. Og vit sungu tveir sálmar hjá Mikkjali av Ryggi. Orðið í trúarligum høpi er sum vera man guds orð, sum skal boðast. Mátti undrast enn eina ferð á kristniboðan, tá ið eg hoyrdi í útvarpinum viðtal við mann, sum hevði verið ella er trúboðari í Bali, í landinum eru 80-90 % av fólkinum muslimar. ....also eitt muslimskt land og eitt muslimskt fólk.
Nógvar yrkingar eru um orð: Steinbjørn B. Jacobsen, Karsten Hoydal, Rói Patursson og fleiri.
“Til eru orð, so stór at tey stadna í ongum hjørtum…” og til eru orð sum fáa ísin at bráðna. Eitt orð er eitt orð og ein maður ein maður.
Seinnapartin var eg til 10 ára hátíðarhald á bókasavninum á Sandi, fult av fólki og góð skrá. Palli á Mølini bar prísin, hann e r einasti hani í tilhaldinum, og hann hevði nakrar hugleiðingar. Hann segði frá barndómsárum í Skopun, og áhugavert var at hoyra greiningina um munin millum útróðrarbygdina Skopun og ognarbygdina Skálavík. Hann fann longu útav sum smádrongur, at skopuningar vóru nógv glaðari og nógv lættari í huga enn skálvíkingar. Seinni hava onnur klók høvd funnið útav tí eisini, at tann, sum einki eigur, hevur bara morgindagin at stúra fyri, meðan tann sum eigur nógva jørð má eisini stúra fyri framtíðini.
Ein stuttlig søga var um tann unga Palla, sum flutti fólk av Smirli og til lands í Skálavík við jaktini. Tann størsta roynslan var at taka ímóti konufólki, sum skuldi niður í bátin, tað hendi seg meiri enn so, at unglingin fløktist í skjúrtinum kanska enntá innan í skjúrtinum hjá konufólkinum, og so vóru glósurnar vísar. Jú, eg síggi hann fyri mær uppi undir skjúrtinum hjá onkrari frúu. Mann kann siga, at Palli hevur orðið í síni makt.
Tey í Tilhaldinum hava, saman við Súsan av Skarði, gjørt eitt veggjateppi, tøvt og broderað, sum vísir ymsar hendingar og tiltøk hesi tíggju árini.
Skráin umfataði eisini felagssang og so var Tóregil har við gittara og sangi.
No comments:
Post a Comment