Var í Dali tveir dagar, regn var ein part av tíðini, men tá ið ælaslit var, fóru øll út at fáa sær luft. Nógv fólk var í Dali, bæði í Oyragarði, á Bræðnum og gamla Oyrargarði, og gestir vóru hjá Sjúrða og sjálvandi hjá Groth. Eisini var onkur á tjaldingarstaðnum. Men Bødvar og Helga v. fam. eru enn burtur, og Vitus og Turid eru farin at ferdast.
Tey mála á Prangsjørð, og Johild slær garðin hjá Binu. Havi fingið nýtt myndatól frá Ingu Rósu við Leica linsu, men hvat f……. galt, beistið helt uppat at virka, skuldi vera kortið, sum var løstað. Fekk tískil ikki tikið so mangar myndir, sum eg fegin vildi. Myndirnar eru úr Húsavík, har vit spældu á sandinum, tær eru tiknar vi¨telefon. Feilurin er kanska sum vant tað, sum dótturmaðurin kallar feil 40, tað er feilurin er bara 40 cm. frá apparatinum, og tað er tú sjálv! Men hann sigur tad ikki upp á ein óreinan máta, hann er frekur upp á tann góda mátan. Hann hevur rættad nógvar 40 feilir hjá mær, vid teldu, telefon, sjónvarpi, myndatóli - you name it!
No comments:
Post a Comment