Monday, October 21, 2013
Heystardagar í Dali
Trampolinin var aftur í brúki, og hondbóltsílegurnar úr Vestmanna fornokta seg ikki, sum tað sær út á hasum kraftlopinum, genturnar hjá Anniku og Hjørdis hildu hitanum við at hoppa.
Stuttligt í flettingarrúminum hjá vágamonnunum. Teir eru so væl mannaðir, 4 ungir menn við borðini, so teir “gomlu” standa bara og hava umsjón.
Teitur flettir sítt fjórða lamb.
Í Oyrargarði var innkomandi, Borghild stóð fyri matgerðini, meðan hini rokaðust uttandura. Hon víst mær skølingarnar, sum eru í gerð.
Í Rennuni er virksemi sum altíð, nú var tað ein skjøldur, sum skuuldi skiftast
Magna hevði barnavogn við hesa ferð, so vit gingu nakrar túrar við dukkunum, tær svóvu alla tíðina.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment