Í Rununi vóru Elin og Bogi við børnum, á myndini síggja vit Tórhild og Herbert, hon var ein túr í Putlhúsi.
Egonsa arbeiði var at koyra trillubørnuna út á bingjuplássið, Sjúrður fekk eitt lift.
Í Dali er ofta ponyríðing, tá ið veðrið er til tað, tær stóru genturnar Róða og Bjørt hjálpa smádreingjunum Herbert og Helga.
Óla Jákup er serfrøðingur í takrtennuurtagørðum, herfyri gramdi eg meg um á blogginum, at takrennan var full av grasi. Tað lósu toppasustrarnar, og eitt tvey trý sendu tær Óla Jákup at reinsa. Hjartans takk fyri hjálpina!
Turið saman við skyldmanninum Jógvani Dalsfles. Turið fer nokk at kenna skyldfólkið til endan.
Magna saman við skyldgentuni Heidi, sum akkurát hevur fingið ein beiggja, Kjartan.
Systkinabørn Hans Mariusar Bjarta og Jóna
Magna í fullspeed, flott kirkjumotiv.
Kristina og Sjúrður speeda oman á Bræið
Altíð mega vit steðga á á Bræðnum og njóta litgrótverkið har.
Systkinabørn Hans Mariusar í Toppi, Fridrikka, Gnippa og Lona, altíð blíðar og so láturmildar.
Magna saman við skyldgentuni Felisiu.
Sannulena fær sína dagligu rørsluvenjing við at passa Kommin á Bakkanum.
No comments:
Post a Comment