Tuesday, November 26, 2013

Emil – vangamynd í desember

DSCN0245
Sum jólavangamynd hava vit Emil Nolsøe. Vit hittast ein leygarmorgun uppi hjá Emil og Sigrið í Hoyvík, og meðan vit sita, koma børnini so pø a pø at vitja og abbabørnini. Emil býr úti í haganum í Hoyvík, húsini eru tey seinastu niðaneftir, men har munnu kanska skjótt fara at koma randarhús eisini.
Emil Nolsøe er føddur í 1962, næstelstur av 6 systkjum. Marita er elst, síðani Emil, síðani trillingarnir og seinast Katrin. Tað var ein sensasjón, tá ið Judith, mamma Emil fekk tríburðir í 1965, ein fitt søga er um Emil, tá ið tríburðirnir komu suður fyrstu ferð. Tey bera hesi børnini inn eitt fyri og annað eftir, og Emil gongur har 3 ára gamal. So einaferð nú kemur Emil til mammuna og sigur, tit hava gloymt eitt barn, tað liggur undir trappuni, tá hevði hann borið eygað við eina babylift har – líka visti hann, hvussu nógv børn áttu at vera til samans. Eg spurdi, um mamman mundi ikki hava tað strævið við teimum fimm, Emil sigur, at mamman plagdi at siga, at Marita og Emil vóru so sjálvbjargin, hon nýtti ongantíð at biðja hann fara í song, tað ornaði hann sjálvur.
66927_1482312133286_1098305149_31179085_6812711_n_thumb69051_1482310093235_1098305149_31179066_6371489_n_thumb
Eisini plagdi Emil at vera nógv norðuri hjá abbanum  í Klæmintstovu, tó doyði abbin, Emil í Klæmintstovu longu í 1966. Á myndini niðanfyri sæst Emil hjálpa til á garðinum við suttuni í munninum.
Judith við trillingunum68949_1482309933231_1098305149_31179064_879415_n_thumb[1]
Viðvíkjandi tríburðunum sigur Emil, at tey trý høvdu altíð hvørt annað at spæla við, og mamman segði, at tað var ikki stórt øðrvísi enn at hava eitt barn.




Emil og systkini hjálptu sjálvandi til við øllum arbeiði, men tað var aldrin talan um at gerast bóndi burturav. Men tað var kanska ikki so løgið, tí at bæði abbin og pápin vóru sjómenn. Bóndaskapurin var sostatt hjáveiða ella konufólkaarbeiði, tó fekk bóndaarbeiðið eitt uppsving, tá ið tey fóru at selja mjólk til Havnar. Niðanfyri sæst Emil saman við trillingunum.emilog3llingar
Á trappuni á Toft, Emil og Edvard saman við ommuni Gretu á Toft.átrapuniørn
Edvard, Emil, Anna Marna og Petur Martin.børn
Foreldrini Judith (1940-2003) og Ólavur í Klæmintstovu (f. 1939) bygdu sær húsini Nýggju Klæmintstovu í 1960, og har vaks Emil upp. Í skúlanum í Dali hevði hann ikki færri enn fimm lærarar, Edith, Eyðbjørg, Eyðun Winther og Poul Johannes. Honum dámdi best lærugreinirnar matematikk og søgu. Emil tók realeksamiu í Meginskúlanum á Sandi, tað minnist hann sum eina góða tíð við góðum lærarum.
skúæmynd
Serstakliga minnist hann Alex Jespersen í matematikk og Hanus undir Leitinum í søgu. Skúlin var nýggjur og lærararnir ungir. Hann minnist , at Petur Petersen, presturin sum konfirmeraði Emil, segði, at tað var torføret at siga, hvør var lærari, og hvør var næmingur á Meginskúlanum, so ungir vóru lærararnir, og so skilagóðir og hampuligir vóru næmingarnir. Axel Skovbo og Jóanes í Stórhúsi vóru teir , sum stóðu fyri skúlanum.
Emil er musikalskur, hann hevur gott (og hart) mál og riggar serstakliga væl sum sangari til jarðarferðir. Hann dugir at spæla ymisk ljóðføri, men bara til húsbrúk sigur hann. Men í 4-5 ár spældi hann í The Golden Seals, teir spældu til dans ymsastaðni, á myndini niðanfyri spæla teir í gullbrúdleypi á hotel Føroyum á Kongabrúnni: Finnbjørn, Emil, Kjartan, Eyðstein (1979).
kobbar
Emil fekk kjans við Reynsatindi, áðrenn eksamian var liðug um summarið, próvtøkan í føroyskum skuldi vera fríggjadag, sum Reynsatindur skuldi fara fyrr í vikuni. Nú vóru góð ráð dýr, tí at Emil vildi fyri alt í verðini sleppa til skips, hann gjørdi so ikki vandari enn at ringja til Eyðun at greiða frá síni støðu. Jú, Eyðun var lagaligur, fekk loyvi frá Ludvig petersen á skúlafyrisitingini og fekk Svenning Tausen at vera próvdómara. So varð Emil próvhoyrdur heima hjá Eyðuni Winther í Havn, og so slapp hann til skips.
Emil er skiparalærdur, fór á sjómansskúlan í 1983 og so aftur í 1987. Emil var við Klettunum, sum dalbingar keyptu frá Vestmenningum í 1984, til teir vórðu seldir til Skotlands í 1987. Teir nýggju Klettarnir komu í 1988 og 1989. Tá ið vit koma higar í frásøgnini, tosa vit eitt sindur um Jógvan Adolf  (1936-2007), sum sæst á myndini niðanfyri við vinmanninum Ólavi í Klæmintstovu.
hovdingar hittast
Jógvan Adolf var tann, sum stóð á odda, tá ið Klettarnir vórðu bygdir, hann arbeiddi fyri bygdina og fyri oynna, ikki fyri seg sjálvan, heldur Emil.
judith3judith2FS1
Tað vóru fagnaðardagar, tá ið Klettarnir vórðu navngivnir. Gummur vóru ávikavist Judith í Klæmintstovu og Frida Sofía. Á myndunum síggja vit eigarar og gummur og so Poul Mohr, skipasmiðjustjóra.batar3
Klettarnir fóru til New Zealands í 1994, hetta var eftir bankaskrædlið. Emil fór so til Esbjerg at vita at fáa kjans og fekk beinanveg arbeiði hjá Polar Seafood, fyrst við Polar Princess og seinni Polar Nanok. Emil hevur verið skipari á Polar Nanok síðani 2005, er umborð tveir mánaðir og heima tveir, hin skiparin er bróðirin Julian.
Emil og Sigrið hittust á Meginskúlanum og hava verið saman síðani, tey giftust í 1982 bara 19 og 20 ára gomul. Tey høvdu fingið sær grundstykki á Sandi, men tað bleiv so kortini til, at tey búsettust í Dali, tey keyptu húsini frá Ólavi og Judith, sum tá gjørdu gomlu Klæmintstovu í stand og fluttu har norð. Á myndini síggjast umframt brúðarparið Judith og Vitus í Toppi og Vitus í Putlhúsi.
gift
Emil og Sigrið fingu 4 børn: Ólavur (1983-1996), Judith, Sólvit og Elinborg, og abbabørnini eru tvey. Børnini siga, at tað var fantastiskt at vaksa upp í Dali, men tá ið tú verður 14 ár ella har á leið, verður bygdin ov trong. Og tá ið børnini fara burtur á skúla, og maðurin er burtur, tá er so líkatil, at mamman eisini fer. Sigrið fekk arbeiði í Havn og er seinni farin undir útbúgving . Tey eru nú í Hoyvík (via eitt skifti í Aalborg). Tá ið tú flytir, so fært tú eitt annað umhvørvi, og tú uppbyggir ein annan lívsstíl, heldur Emil. Tey eiga enn hús í Dali, men hava ikki ferðast nógv suður í seinastuni.
DSC01626
Í síni frítíð ger Emil ymiskt fyrifallandi, hann hevur m.a. smíðað eitt úthús beint við húsini, hann lesur nógv, og tað er serliga søga, sum hevur hansara áhuga bæði klassisk og modernað søga. Í løtuni roynir hann, sum hann sigur, at tyggja seg ígjøgnum Ilionskvæðið, tað er nú ikki tað lættasta.
emil 032
Ein annar yrkjari, sum Emil nevnir er Poul F, sum ofta er sera beinrakin í síni yrking. Eitt frítíðarítriv, sum børnini minna hann á , er motorsúklan. Emil sigur, at tað er fantastiskt at fara við fullari ferð á motorsúklu úti í natúruni, fríur sum fuglurin -  frælsi í hægsta potens. Eg kann ikki lata vera við at bera saman við skiparan á brúnni, úti á havi – kanska ikki heilt ólíkt. Á myndini niðanfyri sæst motorsúklan á Akrabyrgi, tá ið Emil var súklutúr runt Suðuroynna.
Suðuri í Akrabergið
Vit komu nakað inn á tunlar og politikk, áðrenn vit góvust. Emil dylur ikki, at hann fyri loysing, og at Jóannes Patursson er ein fyrimynd. Emil hugsar, at meiri gjøgnumskygni skal til,  viðv. hvat skatturin verður brúktur til og minni vald til politikarar. Allur stuðul er fjas, tó eru nøkur kjarnuøki, sum skula fíggjast av tí almenna, og tey óhjálpnu skula hjálpast. Hann er fyri brúkaragjaldi, og tunlar skula gerast av almennum partafelag. Tað er eyðsæð, at Emil hevur hugsað um hesi mál og hevur meiningar um tað mesta.
Nú takkar dalssíðan fyri seg og fer av Ovarugøtu.

No comments:

Post a Comment