Sunday, November 3, 2013

Eyðbjørg Nolsøe – vangamynd í november

Eyðbjørg var einasta menniskja í Dali, sum eg kendi, áðrenn eg kom til Dals fyrstu ferð. Vit gingu í sama flokki í Hoydølum 1964-67.
541271_3491856968311_1417690950_n
Eyðbjørg við Filip og Dinu hjá Jákubinu
 

Eyðbjørg (f.1948) er elst av 5 systkjum (Oddbjørg, Bjarni, Sjúrður, Árni, Eyðstein), og tey eru øll fødd í Húsavík, jarðarmóðir var í Skálavík, so tað varð ikki farið til Havnar á sjúkrahús sum nú.
eyðbjorg
Eyðbjørg er av tí stóru Sørensen ættini. So gott sum øll Húsavík er í familju, ættað frá teimum systkjum av teimum 11 úr Skumpitoft, sum búsettust í Húsavík. Foreldrini vóru Edith og Óli Sørensen,  Abbin í faðirætt var Antines Sørensen og omman Anna. Antines (Anta) var løgtingmaður fyri fólkaflokkin.
omma,abbi,faðir
Hin abbin Óli Danielsen var einasti javnaðarmaður í Húsavík .
omma og abbi,móðir
Síni fyrstu skúlaár hevði Eyðbjørg Magnus Magnussen sum lærara, seinni – tá ið mostir hennara Súsanna giftist og flutti til Lamba, flutti Eyðbjørg við at hjálpa henni við børnunum. Lærarin í Lamba, Karl Joensen var ódámliga strangur, kravdi hávirðing av børnunum sum ein kongur. Eyðbjørg var nakað tvør, og tá spann sinnið í hann. Nei, tá var betur at koma til heimbygdina, har Theodor Hansen nú var lærari.  Myndin niðanfyri er av Eyðbjørg og systkjunum, áðrenn Eyðstein er føddur.
e
Gerandisdagurin var sum í øðrum føroyskum bygdum, tey áttu ikki jørð, men hoyggjaðu hjá abbunum báðum. Pápi Eyðbjørg var í Grønlandi (1954-70), so mamman stóð fyri øllum arbeiði heima, m.a. røktaðu tey torv við Lítlavatn. Mamman dugdi so óføra væl til hendurnar, hon bæði seymaði, bant og broderaði, og fyrstu ferð Eyðbjørg var í Dali, var einaferð hon slapp við mammuni, sum fór til Dals við einum kjóla, hon hevði seymað til Martinu. Eyðbjørg minnist tey gingu undir Vørðuni, og hvussu bangin mamman var um tey, meðan tey gingu. Hon hevði øll børnini við, og omman var eisini við.
videydstein
Eyðbjørg hevur ivaleyst arvað nakað av tí frálíka handalagnum frá mammu síni, á myndini niðnfyri situr hon og seymar, og á teirri næstu situr hon og bindur, undir liðini á henni situr Elsa (úr Kollafirði) Jóannes Skaale sæst vála aftanfyri.
Eyseymar
eybindur
Eyðbjørg dámdi altíð væl at ganga í skúla, so hon vildi fara í realskúla, og ætlanin var at fara til Runavíkar, og har fór hon til upptøkuroynd, men so flutti mostirin til Havnar, og okkurt annað kom uppímillum. Men í 1964 byrjaði Eyðbjørg í realskúlanum í Hoydølum, og har hitti eg Eyðbjørg fyrst. Hon var dugnalig og arbeiðssom, still men hevði avgjørdar meiningar. Passaði sín skúla væl og framleiddi eitt ókent tal av troyggjum, m.a. bant hon mær tvær gjøgnummynstraðar troyggjur. Vit síggjast her báðar í endaveitsluni uppi hjá Finni í bundnari troyggju.
hjáFL
fl2
Annars hóvaði náttarlívið í Havn ikki teirri ungu húsavíksdamuni, hon fór so oftað suður at ferðast, sum hon kundi. Ferðin við Rituni kostaði 5 krónur, so hon legði sær 5 krónur til síðis, tá ið til bar. Í Havn leigaði Eyðbjørg sær fyrst kamar frá Odu Kjølbro uppi á Varða, seinni búði hon hjá familju. B flokkurin var ein fínur flokkur, sum mann minnist við gleði. Eyðbjørg minnist mangt betur enn eg, og tað er stuttligt at verða mint á ymiskt, sum hendi.
23Her omanfyri sita vit, Eyðbjørg situr fremst nr. 2 høgrumegin, lærararnir eru, vinstrumegin: Ásmundur Johannesen og Jóannes Skaale og høgrumegin: Christian Haraldsen og Svenning Tausen. Av navnframum fólki í flokkinum kann eg nevna troubadurin Kára P (aftast longst til høgru), krimihøvundin Jógvan Isaksen (miðrað longst til vinstru), prestin Sonju Klein (fremst longst til vinstru), sangaran MC (longst til høgru í miðraðnum) , 3 úr flokkinum komu aftur í Hoydalar sum lærarar. Seti til stuttleika eisini myndina av A klassanum her niðri undir. Vit vóru tey fyrstu, sum gingu í tí nýggja skúlabygninginum í Hoydølum (stovu nr. 5 og 6), hann var als ikki liðugur, bert nakrar stovur.
aklassin
Tá ið realeksamian var komin upp á pláss, arbeiddi Eyðbjørg í tvey ár hjá Skilling á Áarvegnum í Havn, men… men hon hevði annað beinið og alt hjartað suðuri í Dali, tí at í januar 1967 møtti hon Sjúrði. Tey møttust í Húsavík, hagar bæði vóru farin at síggja sjónleik. Sjónleikurin var Og tó skínur sólin og stigtakari fyri Sólarris var Steinbjørn B. Jacobsen, sum var lærari í Húsavík.  Tey árini vórðu fleiri leikir settir upp í Húsavík. Men Eyðbjørg minnist ikki til nógv annað undirhald ella frítíðarítriv  barna- og ungdómsárini í Húsavík. Dansur var ikki, uttan sjálvandi um okkurt serligt  var, sum brúdleyp til dømis. Tó endaði jólatræveitslan á hvørjum ári við Leivs kvæði við miðurlagnum, Gud má ráða hvar vit drekka onnur jól. Eyðbjørg fortelur, at bæði abbin í faðirætt og omman í móðurætt dugdu væl at kvøða. Tá ið Eyðbjørg og Sjúrður hittust vóru tey 18 og 21 ár, tey giftust 8. februar 1970 í Húsavík og búsettust í Húsavík, har var gott pláss, tá ið foreldrini hjá Eyðbjørg fluttu til Havnar, eftir at pápi Eyðbjørg fekk arbeiði í Havn.brúðarpar
Men teirra ætlan var alla tíðina at búgva í Dali, og tá ið so Sjúrður skuldi hava náttarvakt í koyringini, og tað var ógjørligt at fáa telefon í Húsavík, fluttu tey til Dals, inn til Demmus og Annu, sum høvdu telefon. Sjúrður hevur koyrt buss síðani 1968, áðrenn bilstøðin kom, og hann koyrdi skúlabørn frá 1971 og til í summar. Í 1975 fluttu Sjúrður og Eyðbjørg í egin hús. Tey hava øll árini arbeitt við jørðini og kríatúrum. Í nógv ár høvdu tey neyt, 6 mjólkineyt. Tað er nógv arbeiði av tí, men tað er ikki frítt fyri, at Eyðbjørg saknar neytini og mjólkina viðhvørt – tað var gott at hava tað arbeiðið at fara til. Nú er tað mest seyður, og Eyðbjørg tekur alt slaktið upp, hon harmast um, at so nógv av mati verður tveitt burtur í Føroyum.
børn
Anna, Edith, Súsanna Jákubina, Sólfríð, Óli


Eyðbjørg og Sjúrður hava seks børn og 14 barnabørn.
Av arbeiði uttan fyri heimið hevur Eyðbjørg mest verið í skúlaarbeiði, bæði sum læraravikarur og sum stuðul, og so hevur hon eisini arbeitt í sunnudagsskúlahøpi. Eyðbjørg var vikarur í Dali og á Skarvanesi, tá ið Edith Berg fór frá, og tá ið hitt ofta umrødda skúlastríðið, sum vit fyrr hava havt á blogginum, var, gjørdist Eyðbjørg privatlærari í Dali. Finnbogi Ísakson gjørdi ein V4 tátt um hendingina, hann stendur í bókini Rím og reyp:sangur
Eyðbjørg minnist, at avvarðandi pápar hildu fund í Klæmintstovu. Lærarastarvið var okey, men Eyðbjørg hevði tó ikki viljað verið lærari burturav. Tó slepti hon tí ikki heilt, tí hon arbeiddi sum stuðul í Húsavíkar skúla í 6 ár og var eisini á Meginskúlanum. Um stuðulsskipanina sigur Eyðbjørg, at teir veiku næmingarnir vórðu skeivt handfarnir. Teir SKULDU læra tað sama sum hini, hóast tað var ómøguligt. Teir skuldu sloppið at arbeitt við lærugreinum, har teir sóu framgongd, og sum teir høvdu evni til.
339087_2663084785391_1662447826_o
Felisia hjá Óla fer til dópin.


Annars hevur Eyðbjørg verið við í skótaarbeiði, og hon hevur sjómanskvinnuringin í Dali. Eitt arbeiði, sum Eyðbjørg hevur dámað serstakliga væl, var sunnudagsskúlalegurnar. Hon og Sjúrður vóru leiðarar í fleiri ár á legum, sum vórðu hildnar í Húsavík og aðrastaðni. Eitt árið vóru 3 legur við 70 børnum á hvørjari. Tað var strævið, Eyðbjørg arbeiddi mest í køkinum. Nú verða ovurstórar legur hildnar í Nesvík, men Eyðbjørg heldur , at samanhaldið var betri á eini minni legu – eisini millum tað vaksna fólkið. Eyðbjørg er góður kokkur, og mongum døgurða hevur hon staðið fyri í Eiriksgarði, tað veri seg til ervi ella veitslu.
silvurbr
Eyðbjørg hevur altíð verið innisæl og lítið framfús, men tak ikki feil, hon er ein kvinna við sterkum meiningum, og nógvum talentum.
Næsta vangamynd verður av Emil Nolsøe.

2 comments:

  1. flott! evnaríkar gentur í b flokkinum og so vakrar :)

    ReplyDelete
  2. Takk tú vakra sjálv, ja tað var ein fín tíð!

    ReplyDelete