Fór ein lítlan túr suður, bara at venda. Hitti Ólav í Klæmintstovu, har hann fekk epli í jørðina. Hann segði mær, at eitt kvørkveggjupar plagdi at vitja hann her í veltuni.
Og so eitt “sjálv” av mær og Ólavi, harragud eg síggi út sum eitt lík.
Seinni prátaði eg við Vilhelminu og Kjartan og tey á Bakkanum, Sannulena stakk inn á gólvið eisini. Eg frætti, at á páskum var sannur hátíðardagur í Dali, tá ið Vilhelmina fekk heiðurstekin frá Regina Dania.
Sá einki lamb. Havið syngur sín sama song.
No comments:
Post a Comment