Annfinnur fegin at leggja rívurnar til viks einaferð aftur.
Eyðbjørg og Sjúrður totast við tað síðsta hoyggið. Turið klár at fara til Sands at fáa sær morgunmat.
Her sita vit báðar og gera okkum til góðar á bókasavnsloftinum.
Hesar báðar diddurnar eru fermenningar – Lea og Magna. Vit sóu Leu ganga har og renna og hugsaðu, sum handan gentan líkist Magnu, bæði í útsjónd og í bragdligheit, og so er hon ommudóttir Halldóru og Rasmus, dóttir Evy.
Altíð hugaligt at hitta Magna í Dals túni, hann hevði verið eftir einum hoyposa.
Vinmenninir Vitus og Ólavur í Klæmintstovu.
Abbabeiggin og diddan, diddan er nokso stór nú, Lisa hjá Sólrun heilsar upp á Vitus abbabeiggja.
Lisa og omman vóru raskar hesa ferð, vit lúkaðu rundan um húsini og vaskaðu hjallin, men so vóru vit eisini fyrilagstar. NOT!
No comments:
Post a Comment