Thursday, August 28, 2014

Símin Hannus: - Fari helst ein túr við dorgini

 

símun Hannus

 

Av portalinum..28.08.2014 – (Snorri Brend)

Nú hevði Hvalurin staðið nóg leingi inni. Tíðin var komin at flota bátin aftur her í Dali.
Týskvøldið vóru Símin Hannus Johannesen og tveir aðrir mans við, tá báturin var førdur oman til bátadráttin í heimbygd hansara.
Og løtu seinni lá Hvalurin so snøgt bundin við atløgubryggjuna í hesi lítlu og vøkru bygdini á eystursíðuni á Sandoynni.
- Ikki tí, - Hvalurin var á floti fyrr í summar, tá vit dyrgdu eitt sindur, greiðir Símin Hannus frá.
Hann starvast dagliga hjá Fiskiveiðieftirlitinum (FVE), men hevur summarfrí nakrar dagar aftrat.

HJÁLP AT FLOTA
Tað hevur annars ikki ligið so øgiliga væl fyri at hava bátin liggjandi her í Dali í summar.
Hann hevur ligið við eysturætt ein stóran part av sumrinum. Og her í bygdini merkir tað, at tað er heldur ókyrt at hava bátin liggjandi bundnan trygt við bryggju.
Ein annar trupulleiki er, at í heimbygd hansara er ikki bara einfalt at flota ein bát. Tað krevur sjálvandi nakrar raskar menn, og tað er ikki altíð so lætt, tá teir eru fleiri mans omanfyri 60, enn teir sum eru niðanfyri.
Fleiri tristar eru í bygdini, sum ikki hava fastan motor. Og tað er sjálvandi einfaldari at flota teir, enn ein maskinbát.
- Men eg fekk so tveir aðrar við mær, og so var tað ordnað.
- Og her liggur so Hvalurin. Ein snøggur bátur, sigur Símin Hannus.

VIÐ DORGINI
Í løtuni eru menn norðanfyri – í øllum førum – farnir eftir náta. Og líkt er eisini til, at nakað er at fáa.
Um Símin Hannus fer eftir náta, hevði hann ikki avgjørt, tá Portalurin tosaði við hann fyrrapartin í gjár.
- Eg havi feriu nú, men eg veit ikki rættiliga. Tað verður nokk mest til ein túr við dorgini, sigur hann.
Gekst sum ætlað, miðaði hann eftir at fara á flot í gjárkvøldið.
Veðrið í gjár var í øllum førum til tað.

No comments:

Post a Comment