Sløkkiliðini í oynni møttust leygardagin í Eiriksgarði, ein reystligur hópur av monnum – 4-8 menn úr hvørjum sløkkiliði.
Símun Hannus var vertur hesa ferð. Eg skilji , at venjingin hevur áður verið gjørd í øðrum bygdum í oynni, felagsvenjing er umleið 4 ferðir um árið. Eitt tiltak, sum skal førleikamenna og samansjóða brandmenninar í oynni.
Pól Jákup beyð vælkomin.
Løgreglan var við í tiltakinum við einum fyrilestri um at varðveita slóðir ella spor. Síðani var ein leiting sett í gongd, og leitað varð í bygdini eftir einum barni og einum manni. Teir, sum eg tosaði við, lótu væl at venjingini. Hesa ferð varð dentur lagdur á radiosamskifti.
No comments:
Post a Comment