Wednesday, April 1, 2015

Sjáldsom framsýning á Sandi

Á bókasavninum á Sandi er altíð okkurt spennandi at fara til. Hesa ferð var tað felagið Lonin , sum skipaði fyri, nei ikki handilin í Skopun, men fuglabergið Lonin vestanfyri í Sandoy. Nógv fólk var samankomið, mest menn, og á skránni vóru ymsar framløgur.

022

Tummas Løkjá hevði sera áhugaverdar hugleiðingar og minnisbrot um síging, og hann hevði ein stuttan film um tá ið teir bygdu spælhúsið á eggini í juni 2002. Stuttligt var at hoyra søgnina um Pálin á Heyggi sagda av fólki, verður altíð meiri ektað enn at lesa hana.

Bergur Olsen frá Havstovuni segði nakað um fuglateljing og hevði dapraar myndir av tómum rókum. Hansara framløga var ein undirstriking av tí, sum vit vita, at svartfuglurin er mestsum burtur í Føroyum. Hetta sama hendir í hinumlondunum í okkara parti av heiminum.

Jens Kjeld hevði eina framløgu um ringmerking og ferðingarmynstur hjá flytifugli. Og so fingu vit nakað at vita um mús og rottu eisini – og vórðu ávarað!

Framsýningin var bjargaútgerð, tann ovurlanga línan og annað. Størsta eygnarivið var tó dukkurnar í fullari stødd, klæddar til bjargaferð.

Eg skilji , at eldasálin í Hesum arbeiði er Sjúrður, vit síggja hann her saman við sínum kopii: Originalurin og kopiið –>

033

Og børnini, sum skula læra gamlan sið:

023027

029

No comments:

Post a Comment