Freddy var høvuðsattraktiónin. Bara seks dagar gamal og so stórur. Mamma hansara man vera nakað stór. Tað er hugnaligt, at vera til djóradag í Húsavík. Ikki so nógv, ikki so stórt, børnini fáa yvirlit og kunna renna sjálvi. Í ár var nokso kalt. Herbert kannar her alt, sum tey hava í kørunum. Eitt sum er at finnast at, er, at foreldur ella tey sum varða av dýrunum ansa ikki eftir, at smábørn, sum ikki duga at lesa "ikki nerta við meg" , ikki pína djórini. Eg sá ein lítlan drong 2-3 ár taka eina skrubbu upp eftir stertinum og svinga hana runt sum eina lasso - tað er ikki í lagi. Har skuldu tey, sum áttu hetta barnið, vegleitt tað.
Herbert og Magna riðu bæði ein lítlan túr á smárossum, og so ótu tey grillaða pylsu.
So var Dalur á skránni, og nú ið sóljurnar eru komnar, fóru vit út at hyggja, um nakrar av blómunum í "Brobberi" eftir Guðrun Gaard vóru at síggja. Vit funnu mýrisólju, hagasólju, svínasólju, sjógras og hjálpirót. Men hagasólja er ikki í bókini. Her toyggir Herbert seg eftir sjógrasi.
Vit fóru eisni at vitja huldukonuna, nú eru steinar i troyggju, sum vísa vegin.
No comments:
Post a Comment