Sunday, July 24, 2016

Dalbingar burturi og heima 2016

Jóannes í Stórhúsi segði, at ein stórur partur av teimum samankomnu dalbingunum var ættaður úr Rennuni. Tað er stuttligt at vera partur av so stórum flokki.
DSC03933
DSC03929
Vit vóru 10 fólk í Putlhúsi, sjálv eri eg havnarfólk og dótturmaðurin við, men hini átta hava so røtur í Rennuni í Dali. Herbert hevur áhuga í rokning, so roknistykki var at finna brotpartar úr ymsum bygdum, og hann fann útav, at hann er 1/4 dalbingur, og so havnarmaður, gjáarmaður, kvívíkingur og gøtuskuri.
DSC03921
Mamma hansara teknaði eina kaku, sum vísti brotpartarnar. Egon er nólsoyingur, men hann visti at siga, at hann var í ætt við hvørt menniskja í Dali, bæði tey upprunaligu og tey tilfluttu.
DSC03953
Útisetadagurin var væl lagdur til rættis, vit hittust øll til morgunmat, fóru síðani túr í bygdini. Summi gingu húsagongd og onnur spældu í hoppiborgum.
DSC03909
Um kvøldið var borðhald, yvir 200 fólk til borðs.
DSC03951
Síðani vóru talur og sangur.
DSC03903 - KopiDSC03939 - KopiDSC03948 - KopiDSC03882DSC03883DSC03884DSC03886DSC03887
Tey gomlu mintust á farnar og øðrvísi tíðir, Annfinn legði fyri, hann var rættiliga melankolskur, tíbetur helt hann eina talu afturat, sum var meiri lættlynt um ta ferðina, hann fór fyrst til Húsavíkar, síðani til Skálavíkar í somu øði at keypa Natusan til rumpuna á Kjartani. Tað var stuttligt at hoyra tey ungu halda talu eisini, tosaðu um sína egnu farnu tíð 80ini og 90ini.
DSC03945
Vilhelmina førdi ann í sangi og dansi. Dansibandið í Dali: Jóannes á harmoniku og Vilhelmina sangari.
DSC03958
.DSC03960

No comments:

Post a Comment