Sá fjórðingsfinaluna í hondbólti millum Týskland og Frankaríki. Eg helt við Týsklandi, mest tí at teir hava íslendskan venjara, helt so at siga við íslendinginum Tíverri vann Frankaríki. Men seinni um náttina, tá ið eg var farn í song, vann Danmark á Póllandi, also ein annar íslendingur, so tað var fínt. Tað hevði verið festligt, um finalan var ímillum tveir íslendingar! Altíð deiligt at hyggja í sjónvarp á Bakkanum. Turið helt, tað var forferdiliga rátt spæl.
Tá ið eg var í Belgia á páskum sá eg ein bommpakka, sum æt Wilhelmina. Sjálvandi hugsaði eg beinanvegin um Vilhelminu og keypti henni piparmyntbommini. Tey elska Wilhelminu har í Niðurlondum. Pakkin hevur so ligið og gløtt her, men nú er hann so latin. Á myndini síggja vit Vilhelminu við eini nýhentaðari bukett.
Ikki nógv at síggja í Dali, eg heilsaði upp á Johild og Petur og Brand og Hans Magna. Brandur skuldi fara eftir torvi, Hans Magni koyra hoyggj. Men fyrst skuldi luft í hjulini.
No comments:
Post a Comment