Thursday, September 8, 2016

Vikuskifti nú ið heystið kemur

Nú ið eg eri leysur kroppur og ikki í føstum arbeiði, liggur væl fyri at ferðast. Nakrir dagar í Dali eru botox fyri sálina. Vitus og Turið fóru sín túr niðan í trøðna.

011

Og har er vakurt at ganga, og kríatúrini taka væl ímóti einum.

009

Henda veggin hava Vitus og Jóannes á Toft bygt fyri nógvum árum síðani, og væl er laðað.

014

Mitt í øllum komu Bjørg og Ólavur drønandi ígøgnum bygdina. So stuttligt at síggja tey, vit avráddu at hittast í Skálavík um kvøldi, har Heilafelagið var á legu. Og tak heimahjálpina við, róptu tey aftaná mær.

001

Eg so gjørdi, og um kvøldið fóru eg og Sannulena yvir til Skálavíkar, eitt sera hugnaligt kvøld. Laura hevði hugleiðingar um barnaár í Havn, góður døgurði og sangur.

023022019015018016

 

No comments:

Post a Comment