Sunday, January 29, 2017

Vetrarvikuskiftisvist

Leygarmorgun.
Ein túr út á Hamarsenda bleiv tað til, frískur vindur. Altíð vakurt at hyggja út á hav.
DSC06806DSC06809
Hugsaði um, um Føroya klettur, sum so ofta verður romantiskt lýstur, eitt nú í Vaagen, fer at halda so leingi afturat her í berginum. Rivur og sprungur allastaðni.
DSC06807
Niðri í bygdini var virksemi úti í neystinum, feðgarnir báðir arbeiða við fullari ferð.
DSC06810DSC06811
…gár í dans frúa
Nú var at fara í veitslu á Sandi. Eini hundrað fólk til borðs, gott lag, festligur sangur, og Eyðun hevði bjølgin við.
DSC06816
DSC06838DSC06839DSC06840
Fýra feløg vóru savnað her í Virkinum. Hanus Kamban segði nøkur vælvald orð fyri Dansifelagið í Havn, og Rasmus fyri Dansifelagið á Látrinum, og Símun segði onkrar stuttligar søgur. Formaðurin í Leikum fagurt Jóhan Hendrik segði, hvør skuldi skipa tey fyrstu 4 kvæðini.
DSC06844
DSC06825DSC06833DSC06842
Stuttligt at síggja, at rættiliga nógv ung vóru í dansinum.
DSC06863DSC06869
Sunnudagur
Í morgun var eg í kirkju, Annfinn las. Lesturin var um søguna, tá ið Jesus var í bátinum á Genesaret. Bøgesvang hevur skrivað lesturin, sum er um ódnarveður, sum menniskju kunna koma í gjøgnum lívi.
Bygdin er nógv merkt av, at menniskjuni halda seg innandura, og kríatúrini eiga útiøkið.
DSC06874DSC06876

No comments:

Post a Comment