Fyrst í januar í 1961 var Sofus í trøðni og legði rennur aftur. Hann byrjaði 2. januar og slættaði 13. januar. Hann er nógv í trøðni í 1961, grevur veitir, ber tøð, laðar garðar, spreingir í Rottufossinum. Altíð tá ið ein løta er, men hann arbeiðir eisini í vegnum. Vegurin til Dals bleiv opnaður 17. august 1963.
28. apríl í 1960 fór Sofus til Íslands við skipinum og kom á Siglufjørð 2. mai. Teir fiska á Skagagrunni, við Grímsoy og Stóragrunni. Hann kom afttur til Føroyar 12. juli, hann gisti í Havn eina nátt, fór so suður og beint í grind í Húsavík. Longu 1. august fer hann avstað aftur, hesa ferð út á sildafeltið, teir landa í Sørvági. Teir gera tríggjar túrar, sum taka uml. 3 vikur hvør, og Sofus er aftur í Dali 13. oktober.
Um veturin er Sofus heima, og tá ið veðrið ikki er til útiarbeiði, er hann inni og arbeiðir ullararbeiði. Eitt, sum jkemur fyri fleiri ferðir er: var í Húsavík við Jógvani, var í Húsavík við Vitus og Mariusi (27.nov 1963), var í Húsavík við klæðum hjá Vitusi og Mariusi.
Men hví fara til Húsavíkar við klæðunum hjá dreingjunum, hví bera teir ikki klæðini sjálvir. Teir skula nokk til skips og hava hvør sín klæðsekk við góðum troyggjum og undirklæðum bæði til at arbeiða í og at fara í land í, krúnutroyggju frá ommuni á Bakkanum – kanska. Hann fylgir synunum á leið, teir eru í tjúgunum, hann í hálvtrýssunum. So vakurt og kærleiksfult, men halló, tað veit eg ikki; ein stóran part má eg gita mær til. Tí tá satt skal sigast, er fortíðin løgd lukt…og tó: ein lítil riva er í tí slættaða flagnum, ein lítil ljósrípa, sum vísir inn í trýssini í Putlhúsi.
No comments:
Post a Comment