Sunday, March 26, 2017

Vársins fyrsta vikuskifti í dali

 Okkurt er at taka hondina í, treyðugt so eftir ein harðan vetur. Sumt hoknar og sumt klovnar.

 Turið hevur bundið sær ein stjørnufrakka, eitt stór arbeiði, má mann siga.
 Minnast til Gunnar Stokholm ? Har hevur William Tindskarð nokk keypt konuni frakka.

ANDRASS  50.
 Nú eru vit í Eiriksgarði, fara í føðingardag hjá Andrassi Jacobsen, sum fyllir 50. Nógv eru komin norðaneftir. Súpanin var so ótrúliga góð, har mundi vera nakað væl av róma í, hugsi eg :) Annars var alt gott at njóta, eg má bara nevna spikið, sum var heilt framúr gott.


Andrass hevur verið nógv í Dali líka frá tí hann var smádrongur. Fleiri røður vóru, og øll tóku til, hvussu raskur, arbeiðsamur og sterkur Andrass hevur verið. Annfinn helt, at Jóannes í Stórhúsi hevði ikki havt eplaveltu, var ikki Andrass.
 Jónas hevði vunnið bronsu við ÍA, so hann var væl nøgdur.
 Tann lítla hjá Jónleif dansaði so sjelaglað.
 Beiggi Andrass Jákup helt talu fyri beiggjanum og greiddi frá mongum, sum teir hava verið saman um. Tann síðata verkætlanin er ein bók um Skarð, tað verður spennandi.
 Bróðursonur og guðsonur hildu eina felags talu.


 Damurnar inni á Gerði vóru í køkinum.

No comments:

Post a Comment