Wednesday, April 19, 2017

Marokko várið 2017

Í Marokko sóu vit nógvan seyð. Stór fylgi fram við vegnum, millum trøini ella á bønum. Altíð var onkur hjá seyðinum, tann góði hirðin. Í summum føri var tað tvær ungar gentur, sum aktaðu seyðin.
Seyðurin man vera sera spakur, gongur tætt til saman beint í vegjaðaranum. Bilarnir súsa framvið, akkurát sum í Føroyum.
Hóast tað var so nógvur seyður, fingu vit ikki nógv seyðakjøt, tað var oftari neytakjøt og høsnarungi. Eitt kvøldið var eg so fegin, at eg hevði fingið lambskjøt, so søgdu tey mær, at tað var geitakjøt. Tað smakkaði sum lambskjøt.
Eg leitaði allar dagarnar eftir tógvi, hugsaði, at við øllum hesum seyðinum, mátti nógv tógv vera at fáa. Eg sá nógv ordiliga grovt tógv, sum óskar til teppi ella stólastoff. Tann síðsta dagin spurdi eg so einastaðni, um hetta var einasta slagið, tey høvdu. Tað var ikki meir enn hálvtalað orð, so stóð eg inni í búðini. Fult av tógvi á øllum hillum og í kurvum. Litirnir vóru bara als ikki, sum eg hevði hugsað, eingir natúrlitir. Skríggjandi litir. Eg spurdi, um tógvið var ektað marokansk ull, ja ja vissaði hann meg um.


So fór hann at vísa mær allar litir, skríggjandi appelsingult og reytt. Eg keypti svart og skríggjandi grønt. Eg sigi bara, gud viti, hvørjum tað er litað í. Hann vigaði tógvið á einari gamlari vekt.
Sera stuttligt var at eygleiða, hvussu fólk livir og ferðast í hesum fremmanda landi. Tann muslimska trúgvin setti dám á gøtumyndina, bæði við bønarkalli og klædnabúna.
Ikki øll hava hvør sín bil í Marokko.
Tey framleiða kork, tey flysa burtur av trøunum.
Tey eta nógv epli, myndirnar eru av fyltari piparfrukt og fyltum epli.


No comments:

Post a Comment