Sólvit Nolsø 09.05.2017 (19:21)
Øðrvísi skúlatilboð í Dali
Eitt øðrvísi skúlatilboð verður í Dali seinastu vikuna av skúlaárinum 2016-2017, ið er 19-23 juni.
Tilboðið er til børn í skúlaaldri og er fyrst og fremst ætlað til teirra, ið hava eitt ávíst tilknýti til bygdina. Undirvíst verður í eina viku og ígjøgnum undirvísing og spæl, verður lært um søgu, mentan, fólk og bygdalívið í Dali.
Millum annað er ætlanin at reka í einum haga í Dali, at skera torv, hava hugnakvøld í bygdahúsinum, siga frá fólkum, ið hava búleikast og mynda bygdina og at vitja støð í bygdini, ið eru sermerkt á ymsan hátt í søguni og menningini av bygdini. Undirvísingin sjálv verður í skúlanum í Dali.
Jónleif Johannesen, ið er ein av stigtakaranum, sigur, at tað eru so nógvir lítlir bygdaskúlar í landinum, sum er stongdir í dag vegna ov lágt barnatal. Tá eingin undirvísing er í einum skúla á staðnum, er tað so nógv av mentanini og søguni á staðnum, sum kann detta burtur, tí tað verður ikki hildið við líka hjá teimum smáu, sum skulu bera tað víðari.
- Um eitt barn býr í eini lítlari bygd, men gongur í skúla í eini størri bygd, so tekur undirvísing útgangsstøði í bygdini har undirvíst verður. Hvussu nógv kann tað ikki geva til dømis, um vit undurvísa í heimstaðarlæru í Dali og brúka náttúruna í Dali heldur enn onkra aðra staðni, sigur Jónleif Johannesen.
Jónleif og Jóanes Johannesen,ið báðir eru lærara lærdir koma at standa fyri undirvísingini. Sum sagt, so er ætlanin, at øll undirvísing hesa vikuna skal hava útgangsstøði í Dali. Tí fer mann út at spæla spøl í ítrótti, niðan í hagan, oman í fjørðuna í heimstaðarlæru, hoyrir søgur og frásagnir úr Dali, vitja Snikkarakjallaran og kirkjuna.
- Umframt undirvísingina, so er endamálið eisini at savna børn saman, ið eru ættaði úr bygdini og á tann hátt skapa eitt sosialt samband og góð vinarbond teirra millum, sigur Jónleif Johannesen.
Tað eru Jónleif Johannesen og Johild Grothsdóttir Nolsøe, ið bæði eru uppvaksin í Dali, ið hava tikið stig tiltiltakið.
No comments:
Post a Comment